KT-serfrøðingur: Varið tykkum fyri ókeypis netsambandi uttanlands

Ókeypis netsambond á caféum og matstovum uttanlands kunnu vera følsk, ávarar danska Ingeniørforeningen.

Um tit fara summarfrí uttanlands, er best at ansa sær viðvíkjandi ókeypis internetsambondum, tá tey kunnu vera fellur hjá hakkarum, sum vilja stjala upplýsingar.

Soleiðis ljóðar ávaringin f´ra Ingeniørforeningen.

Tað snýr seg sum ókeypis samobnd á caféum og matstovum ella økjum, har tað ikki verður roknað við at vera atgongd til internetið.

Tað kunnu eisini vera dømi um netverk, sum hakkarar hava givið navn, so tey til dømis líkjast tí, sum hotellið hjá tær bjóðar.

##med2##

Men samstundis kunnu tað vera krøv um, at tú skal lata frá tær uppl´syingar, áðrenn tú fært loyvi at nýta netverkið.

– Vit síggja netverk, sum verða misnýtt til at taka loyniligar upplýsing, eitt nú atgangskotu til teldupostin, sigur Jørn Guldberg, sum er serfrøðingur í kt-trygd hjá Ingeniørforeningen.

– Um tú er komin á netverkið, kunnu teir fylgja við, hvat tú sendir við tíni fartelefon ella teldu, og upplýsingarnir kunnu verða nýttir til samleikastuldur, sigur hann.

Sambært eini kanning millum 2.000 danir, sum Userneeds hevur gjørt fyri Ingeniørforeningen, er tað fjórði hvør dani, sum slær wi-fi frá á feriuni.

Jørn Guldberg mælir til, at øll áðren feriuna sláa wi-i frá á snildfonum, teldlum og teldum. Í staðin eiga vit at nýta telefonina sum internetsamband.

– Tey flestu hava fartelefonhald, sum ger, at tú kanst fáa ókeypis internet gjøgnum telefonina, líka mikið hvar í Evropa tú ert, so tað eru bestu ráðini at brúka ta loysnina.

– Um tú vilt brúka wi-fi, so skalt tú tryggja tær, at tað er eitt veruligt samband, sum tú ofta sært á hotellum, sigur Jørn Guldberg.

Hann mælir harumframt til, at tú áðrenn ferðina tekur eitt trygdarkopi av øllum tí, tú hevur liggjandi á snildfonini, teldlinum ella telduni, um tú skuldi verið óheppin.

 

/ritzau/