Skúlar og røktarheim
Fleiri kommunur í Suðuroy taka undir við ætlanini hjá landsstýrinum um at flyta ætlaða miðnámsskúlan í Vági og ætlaða heilsuskúlan á Tvøroyri, til Hovs og at byggja røktarheim í Vági ístaðin.
Tað er greitt, eftir at bygdaráðsfundir hava verið ymsastaðni í Suðury seinastu dagarnar.
Um ársskiftið sendi landsstýrið øllum kommum í Suðuroy skriv, har tær vórðu bidnar um at siga sína meining um ætlanina at flyta skúlarnar til Hovs og at byggja røktarheim í Vági.
Higartil hava tríggjar kommunur viðgjørt málið og tær taka allar undir við landsstýrinum,
Tey bygdaráð, sum hava viðgjørt málið, eru Hovs-, Sumbiar- og Hvalbiar Bygdaráð og har er at kalla full semja um at taka undir við landsstýrinum.
Bara í Sumba var ein tann eini bygdaráðslimurin, Brynleif Bech, ímóti ætlanini, men allir hinir fýra vóru fyri.
Bæði í Hovi og í Hvalba vóru tað samd bygdaráð, sum vildu hava skúlarnar at liggja í einum depli mitt í oynni og røktarheim bygt í Vági.
Hovbingar viðgjørdi málið seinasta leygardag og har samdust bygdaráðið um at bjóða skúlanum vælafturkomnum til Hovs, har tað upprunaliga var ætlanin at byggja hann.
Á fundi fríggjakvøldið samtykti bygdaráðið í Hvalba eisini einmælt at taka undir við ætlanini, tó at onkrir bygdaráðslimir vóru ivasamir um tað var rætt at byggja ein skúladepil úti í oyðini í Hovi.
Aðrir bygdaráðslimir hildu, at tað í øllum førum var heilt burturvið at byggja skúlan vesturi á Eiðinum í Vági, tí so verður neyðugt at koyra ígjøgnum alla bygdina og har er trongt at koyra, tí vegurin er smalur, so tað tekur langa tíð.
Hevði skúlin í øllum førum ligið eystanfyri bygdina, kundi tað verið, hildu teir.
Bygdaráðslimir í Hvalba hildu eisini, at kommunurnar í oynni áttu at tosað meiri um hesa ætlanina og roynt at komið til eina felags støðu.
Men so staðfesti bygdaráðið tað, sum mong halda er ein høvuðstrupulleiki hjá Suðuroynni.
? Tann stóri trupulleikin er, at tað ber ikki til hjá kommununum í Suðuroy at tosa saman um nakað, søgdu bygdaráðslimir í Hvalba.
Tvørturímóti mettu teir, at hetta er eitt sera stórt og avgerðandi mál fyri Suðuroynna, tí verð skúlarnir fluttir í ein depil í Hovi, sum er mitt í oynni, kann tað skunda undir at kommunur í oynni leggja saman.
Tí tekur Hvalbiar Bygdaráð undir við tankanum hjá landsstýrinum um at flyta ætlaða heilsuskúlan á Tvøroyri og ætlaða miðnámsskúlan í Vági, til Hovs og at byggja røktarheim í Vági.
Røktarheimið ov lítið
Eisini sumbingar hava somu støðu.
Leygardagin viðgjørdi Sumbiar Bygdaráð skrivið frá landsstyrinum og har tók ein meiriluti upp á fýra av teimum fimm bygdaráðslimunum undir við ætlanini.
Men sumbingar hildu, at eitt røktarheim til 35 fólk er ov lítið, tí tørvurin er væl størri enn so.
Bygdaráðið í Sumba visti at siga, at yvir 70 fólk standa á bíðilista at sleppa inn á ellis- og røktarheimið á Tvøroyri.
Av teimum varð mett, at helvtin hevði bráðneyðugan tørv á at koma inn.
? Tí hildu teir, at røktarheimið, sum ætlanin er at byggja í Vági, átti at verið væl størri.
Hinvegin er ongin loyna, at Sumbiar Kommuna er illa fyri fíggjarliga og tí ivaðust bygdaráðslimir í, hvussu kommunan fór klára betala sín part av tí, sum eitt røktarheim kostaði.
Men í tí sambandi varð upplýst, at landstýrið hevur gjørt greitt, at tað er sinnað at víkja frá vanligu fíggingini fyri at gera tað lættari hjá kommununum, so at ætlanin ikki skuldi detta niðurfyri av teirri orsøk.
Sumbiar Bygdaráð helt, at hetta er eisini ein spurningur um at skapa arbeiðspláss í Suðuroynni ogtí tekur tað undir við ætlanini
Vilja hava meiri at vita
Hinvegin gera allar tríggjar kommunurnar, bæði Sumbiar-, Hovs- og Hvalbiar Kommuna, staðiliga vart við, at tær kenna alt ov lítið til ætlanina hjá landsstýinum til at tey kunnu hava eina avgjørda og endaliga støðu til málið.
? Ì skrivinum til kommunurnar vil landsstýrið hava tær at siga um tær taka undir við tankanum í ætlanini, so landsstýrið veit, um hetta er nakað at arbeiða víðari við.
Taka kommunurnar undir við ætlanini, er landsstýrið sinnað at taka fund við kommunurnar at greiða nærri frá ætlanini.
Og allar tríggjar kommunurnar fara at boða landsstýrinum frá, at tær vilja hava fund um málið, tí enn vita tær alt ov lítið um tað, til at tær kunnu taka endaliga støðu til málið.