Kaldari veðurlag í Føroyum

Vísindaligar kanningar vísa, at nøgdin av heitum sjógvi, um rekur norðureftir móti Føroyum, minkar í stórum. Hetta fer at hava við sær, at kaldari veður kann væntast um okkara leiðir komandi árini

 

? Um eg búði í Føroyum, so hevði eg havt orsøk til at stúra fyri gondini. Hesi orðini eigur professarin Richard Seager, ið arbeiðir sum vísindamaður á University of Columbia í USA.

Hetta sigur hann um tey nýggjastu kanningarúrslitini, sum føroyski havfrøðingurin Bogi Hansen saman við skotskum og norskum granskarum er komin fram til.


Rákið linkar

Kanningarúrslitið vísir, at nøgdin av køldum sjógvi, sum rekur av norðaru havleiðunum og suðureftir gjøgnum Bankarennuna er munandi minkað seinastu 50 árini. Tilsamans er minkingin í rákinum av køldum sjógvi í minsta lagi 20%. Serliga seinastu fimm árini hevur minkingin tikið dik á seg.

Hetta kann ávirka Golfstreymin, sum syrgir fyri tí milda veðurlagnum, vit hava í Norðurevropa. Minkar rákið frá Golfstreyminum meira, fellur miðalhitin í Føroyum við fleiri stigum. Sambært úrslitinum av vísindaligu kanningunum, er hetta ógvuliga sannlíkt, og vísindamenn hava fyrr gitt, at hetta fór at henda. Hetta er sostatt ein staðfesting av spádómum.

? Umframt at ávirka Golfstreymin, kann minkingin av hesum rákinum eisini ávirka stóru havstreymarnar um allan heim og harvið globala veðurlagið, sigur Bogi Hansen.

? Ávirkanin á heimshøvini og veðurlagið á jørðini sum heild, stavar frá tí, at tað djúpa rákið í Bankarennuni er ein týðandi kelda til endurnýgging av sjónum í øllum heimshøvunum.

Streymurin ella rákið, sum talan er um, rekur suðureftir úr póløkinum. Norðanfyri móti Norðurpólinum verður sjógvurin køldur um veturin, og tann kaldi sjógvurin søkkur tí niður á botn. Kaldi sjógvurin rekur síðani út í Atlantshavið gjøgnum Bankarennuna og suðureftir móti Miðkringinum. Haðani rekur heitur sjógvur norðureftir, og tað er hesin streymur, sum veitir hita um okkara leiðir.

Tá tann kaldi sjógvurin rekur suðureftir eftir botninum, verður flógvari sjógvur sogin inn á vatnskorpuni fyri at halda javnvág. Tann sjógvurin, sum verður sogin inn í erva, er heitur sjógvur úr Atlantshavinum. Tað er hann, sum ger, at vit hava so lýggjan sjógv og so heitt veðurlag, sum vit hava. Havast skal í huga, at suðurendin av Grølandi liggur sunnanfyri Føroyar, og har reka ísfjøll framvið. Tá rákið eftir botninum minkar, má rákið á vatnskorpuni eisini minka.


Skjót minking

Mátingar hjá Boga Hansen og hinum vísindamonnunum vísa, at nøgdin av køldum sjógvi rekandi suðureftir er minkað. Mátingarnar hava verið gjørdar í Bankarennuni, har ein stórur partur av hesum rákinum er. Henda rennan er 840 metrar djúp og einar tíggju kilometrar breið. Hon liggur ímillum føroyska landgrunnin og Føroyabanka.

Í Bankarennuni rekur hart. Við mátingum ber til at rokna út, at umleið 2 milliónir rúmmetrar av køldum sjógvi fossa ígjøgnum rennuna hvørt sekund. Hetta er umleið tvær ferðir so nógv sum allar áir í heiminum. Mátingarnar vísa tó eina týðiliga minking seinastu árini.

Síðan november í 1995 hava vísindamenn mátað ferðina av rákinum í Bankarennuni við streymmátarum, sum verða lagdir út hvørt summar. Teir liggja niðri við botn og máta ferðina upp ígjøgnum sjógvin 20. hvønn minutt og goyma úrslitið, til teir verða tiknir upp um summarið og avlisnir.

Mátingarnar hava veriðsamanbornar við mátingar hjá veðurskipinum M, sum norðmenn eiga. Veðurskipið hevur mátað, hvussu tungur sjógvurin er á ymsum dýpum í Norskahavinum. Tað er í veruleikanum hetta, sum drívur rákið.

Djúpa rákið er minkað støðugt seinastu hálvu øldina, men serliga tey seinastu fimm árini vísir tað seg, at minkingin er størri, sambært mátingunum.


Orsøkin

Tað er møguligt, at rákið linkar av nátúrligum ávum, men einki er, sum bendir á hetta. Heldur er tað sannlíkt, at hetta stavar frá dálking og vakstrarhúsárininum. Vakstrarhúsárinið hevur við sær, at jørðin gerst heitari. Tá bráðnar ísurin við pólarnar, og nógv feskt vatn rennur út í havið.

Saltinnihaldið í havinum við pólarnar minkar tí, og sjógvurin gerst lættari, jú minni salt er í honum. Tá sjógvurin lætnar søkkur hann ikki eins lætt, og rekur hann tí ikki líkar hart.

Broytingar hava altíð verið í hesum rákinum og í Golfstreyminum, og granskarar siga seg ikki hava nakað ítøkiligt prógv fyri, at broytingin er íkomin av dálking. Um Golfstreymurin heldur fram við at minka, kann tað hava álvarsamar avleiðingar fyri djóra- og plantulívið.

Allur heimurin hitnar spakuliga orsakað av vakstrarhúsárininum. Tó er ikki heitari í Føroyum nú enn fyri 70 árum síðani. Orsøkin er helst, at upphitingin av heiminum verður mótvirkað av tí viknaða Golfstreyminum.