Kaggin: ? Vit hava brúk fyri onkrum øðrvísi

Mona og Mille skulu syrgja fyri, at ólavsøkugestirnir hava eina gularót at stíla eftir, tá teir skulu stríða seg niðan brekkuna til Kaggan.

Dagarnir frá hósdegnum 27. til sunnudagin 30. vera serligir dagar í Kagganum. Mona og Mille, sum Kaggin hevur fingið til vega ígjøgnum "Stripperkongen" í Danmark, fara hesar dagarnar at dansa sonevndan erotiskan dans, ella strippa sum tað eisini kallast, fyri Kaggagestunum.

Orsøkin til at náttklubbin hevur avgjørt at fáa stripparar heim til ólavsøkuna er, at tað ikki er so lætt at fáa ólavsøkugestirnar at ganga teinin frá Áarvegnum niðan í Kaggan.

? Kaggin hevur altíð verið stongdur á ólavsøku, tí tað hevur ikki loyst seg at hava opið. Tað vísir seg at fólk tíma ikki her niðan ólavsøku, tí alt fólkið gongur niðri á Áarvegnum. So hevur man hugsað sum so, at okkurt øðrvísi skuldi til fyri at fáa fólk inn á gátt, og stripptease, tað má sigast at vera øðrvísi, siga tey úr Kagganum.


Stripparin skelkaði

Fyrstu ferð Kaggin hevði stripptease á ólavsøku, var í fjør, og tá riggaði væl. Annars hevur Kaggin bara einaferð fyrr havt stripparar á tapetinum, so í so máta er hesin náttklubbin eitt sindur óroyndari enn Club 20, har stripptease leingi hevur verið fastur táttur á ólavsøku.

Fyrsta ferðin at Kaggin hevði stripparar á vitjan var í apríl mánaði í fjør. Tá fóru strippararnir eitt sindur longri í sínum showi enn væntað, og góvu fyrireikarunum ein lítlan skelk.

? Tá var tað ikki bara erotiskur dansur, men sera, sera erotiskur dansur má man siga. Vit vóru óvitandi um at tær fóru at blaka øll klæðini og dansa sum tær gjørdu, so tað kom eitt sindur óvart á okkum. Á ólavsøku í fjør var meira hóvligt, og tað verður tað eisini í ár, siga tey úr Kagganum.


Sekstan show í part

Strippararnir í Kagganum hava eina harða ólavsøku framman fyri sær. Fýra fylgjandi kvøld skulu tær strippa, og hvørt kvøld fara tær fýra ferðir á pallin hvør. Fyrsta strippshowið tey fýra kvøldini byrjar klokkan 21. Síðan fer orkestrið, sum ólavsøkudagrnar verður "All That Rain", á pallin. Bólkurin heldur tríggjar steðgir, og í teimum fara tær báðar genturnar á pallin og taka sær av at undirhalda gestirnar.

Undirhaldið er kanska eitt sindur forkunnugt, men Í Kagganum halda tey ikki at stripptease er meira ósømiligt fyri tjóðarhátíð okkara, enn so nógv annað á ólavsøku.

? Tað er líka gott at man situr í Kagganum ella onkra aðra staðni og hyggur eftir einum strippshowi, sum at man liggur og rullar á gøtuni í føroyskum klæðum og Akvavitfløsku í hondini. Ólavsøkan er ein tignarlig hátíð fyri nøkur og eitt rukkulív fyri onnur, og vit standa mest kanska fyri tí seinna partinum, siga tey úr Kagganum.