Kári á Rógvi fegnast um masterútbúgvingina í løgfrøði

Mentamálaráðið hevur góðkent at farið verður undir at bjóða út master í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum.

Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði fegnast um hetta stóra útbúgvingarliga framstigið fyri tað føroyska samfelagið.

Útbúgvingin byrjar í heyst við trimum ymsum skeiðum, sum er nóg mikið til fulltíðar lestur. Tær báðar næstu lestrarhálvurnar, vár og heyst 2014, verða fýra skeið, nakað av valfrælsi verður á útbúgvingini.

Setrið hevur drúgvar royndir í lóg. Í tíggju ár hevur grundskeið í lóg verið partur av bachelor í ymsum útbúgvingum hjá Søgu- og samfelagsdeildini. Umleið 500 fólk hava tikið hetta skeið antin sum part av bachelor ella sum eftirútbúgving.

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra samrøðuna, sum var við Kára á Rógvi í tíðindasendingini hjá Rás2 klokkan 17 í dag.