Forkvinnan í Javna er rættiliga glað í hesum døgum.
Fríggjadagin klokkan 19 verður almennur fundur á Landssjúkrahúsinum, sum Javni skipar fyri, har evni verður framhaldsskúli fyri ung menningartarnað. Og á fundinum kann hon bera tey boðini, at løgtingið samtykti einmælt týsdagin, við 30 atkvøðum fyri og ongari ímóti, at seta á stovn skúlatilboð fyri ung við breki.
? Eg eri rættiliga glað fyri, at hetta er komið ígjøgnum. Tørvurin er stórur kanst tú ætla, tí onki tilboð er áðrenn. Tey, sum eru normal, hava havt eina framhaldsskúla, men tey, sum eisini trongja virkuliga til at skúlast, hava onki havt. Tað hevur verið eitt paradoks, so hetta er eitt stórt framstig, sigur Malena Arnoldsdóttir.
Talan er um eina royndarskipan fyri ung við breki yvir 18 ár. Royndarskipanin er avmarkað til tvey 3 ára næmingaskeið, sum kunnu skipast á tveimum støðum í Føroyum. Skúla-, arbeiðs- og frítíðartilboðið verður til í mesta lagi 10 næmingar á hvørjum staði. Og tað er ikki nógv, tá hugsað verður um stóra tørvin. Men forkvinnan í Javna velur kortini at fegnast.
? Eg taki hetta sum eina byrjan, sum kann gerast til okkurt meira. Eg velji at gleðast um tað, sum kemur afturat, tí allur bati bøtur hjá okkum. Hetta er ein spíri, sum kann mennast til nakað meira, sigur Malena Arnoldsdóttir.
Á fundinum fríggjadagin verður framhaldsskúlin fyri menningartarnað sæddur úr ymiskum sjónarhornum. Á fundinum vera Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Katrin Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum, Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, Elinora Reinert, foreldraumboð, Hans Eli Dahl av Sernámsskúlanum, og Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavík, sum verður orðstýrari.
? Vit vóna, at fólk møta væl upp, tí hetta er eitt týdningarmikið evni fyri okkara ungu menningartarnaðu. Fólk eru vælkomin at koma við viðmerkingum og spurningum, so vit fáa lýst evnið so væl sum gjørligt, sigur Malena Arnoldsdóttir.