Jarnpetti á vegnum gjørdi skaða á bil

– Og ein bilførari hevði parkerað so illa tá ið hann fór til arbeiðis, at trafikkproppur kom í

Løgreglan veit ikki, hvaðani tað stavar

Í gjárkvøldið kom ein bilførari, sum koyrdi ímillum Hvalvík og Streymnes í trupulleikar. Ein jarnpetti lá á vegnum og hann ansaði ikki eftir tí, men koyrdi á tað. Bilurin punkteraði og fekk eisini nakað av skaða.

Løgregla veit ikki, hvaðni jarnpetti kemur, men tað kundi kanska mint um eitt stuðulsbein av einum kranabili, ella onkrum øðrum, sum er dottin undan einum lastbili.

Í gjár elvdi ein illa frágingin parkering í Havn til trupulleikar í ferðsluni tí at bilar fingu ikki koyrt.

Tað var ein bilførari, sum var punkteraður á Ringveginum, men bilførarin setti bilin inn ímóti gongubreytini og fór til arbeiðis.

Men reyvin á bilinum stakk so langt út á vegin, at tað forðaði ferðsluni, so løgreglan mátti fáa fatur á eigaranum og fáa hann at fara eftir bilinum.