Jamaica setti heimsmet

Usain Bolt og hansara liðfelagar vunnu gull og settu samstundis nýtt heimsmet, tá Jamaica vann 4x100 metrar renningina í London í gjárkvøldið. Tíðin var 36,84 sekund. Tað gamla heimsmetið var 37,04 sekund.

 

USA vann silvur. Tað var rættiliga javnt millum Jamaica og USA, tá ávikavist Usain Bolt og Ryan Bailey fóru undir teir seinastu 100 metrarnar, men sum frá leið fór Bolt undan hinum.

 

Kanada kom á mál sum nummar trý, men dómararnir koyrdu liðið úr kappingini, tí ein av teimum kanadisku rennarunum hevði verið uttan fyri breytina. Tí fekk Trinidad & Tobago brosnuna.