Høgni Mikkelsen, býráðslimir í Tórshavn?
Tað er ótrúligt, hvat vit borgarar skulu verða vitni til. Um nakar heldur, at hetta hevur nakað við rationaliseringar at gera, so er tíð at vakna. Hetta fer at kosta skattgjaldarunum millióna upphæddir, og so ikki fyri at tosa um ta vanvirðing, sum sjálvur Jacob Vestergaard vísir sínum egna stovni – ótrúligt!?Hví spyrja vit – er nakað at spara, er talan um økismenning o. s. fr.? Svarið er heilt einfalt, NEI! Tað rætta svarið er, at hetta er fyri egið áhugamál, og allarhelst fyri løgmann eisini, soleiðis at teir hava møguleika at blíva valdir (Jacob bleiv ikki valdur seinast), og at løgmaður kann blíva afturvaldur – sjálvandi í suðri - tí øll vita, at løgmaður hevði ikki blivið afturvaldur, um hann hevði stillað um norðan fyri Suðuroynna. ?Eitt púra greitt tekin um hesa óskiljandi avgerð er millum annað tað, sum løgmaður segði Degi og Viku 1. mars – “tað er sjálvandi Jacob Vestergaard sum tekur tær neyðugu ráðgeving inn sum hann heldur verða neyðuga, fyri at taka avgerðina um at flyta stovnin” - og sum øllum kunnugt, so hevur als eingin ráðgeving ella meting verið yvirhøvur. ?Og sum øll flest vita, so hevur sjálvt løgmaður minkandi undirtøku, umframt at Jacob Vestergaard als slett ikki kom inn á ting seinast, umframt er eisini vælhugsandi, at onkur rossahandil er farin fram, sum t. d., at Fólkaflokkurin fær sín vilja (flyta stovnin) og Javnaðarflokkurin fær undirtøku um at seta Kyoto-umhvørvissáttmálan í verk. Tí so kunnu bæði løgmaður og Jacob vísa á, at teir hava framt okkurt í verki og tí eru verdir at verða afturvaldur. Borgarstjórin á Tvøroyri er vanur við at siga sína meining, og tað taki eg eisini hattin av fyri – hann segði – val er fyri framman, so skal tað egnast, so skal tað verða nú. Men enn einaferð, ótrúligt at skattgjaldarin skal gjalda millióna upphæddir fyri teirra egið áhugamál sum er at blíva afturvaldir. Eg skilji eisini væl fólk, tá tey krevja, at Jacob skal verða koyrdur frá. ?Víðari kann man spyrja hví, borgarstjórin í Havn tekur undir við at minka um aktivitetin í høvuðsstaðnum, ein skuldi trúð at hann skuldi virkað fyri at veksa um aktivitetin í sínari egnu kommunu, men nei, borgarstjórin hugsar, sum ikki einaferð, og sum hinir báðir, um sítt egna áhugamál, tí hann hevur ikki ráð til at verða óvinur við Javnaðarflokkin, tí hann er fyri kortum sloppin undir veingin hjá Javnaðarflokkinum.?Man kann fyri stuttleikar samanlíkna hetta sum at flutt stovnin til Danmarkar ella Ísland, har er eisini uml tveir tímar frá høvuðsstaðnum – ljóðar tað rationelt??Hetta skal ikki skiljast sum eg havi nakað sum helst ímóti at arbeiði verða upprættað í Suðuroynni, tvørturímóti, men at avleiðingin skal verða millióna upphæddir fyri skattgjaldarin, og so ikki fyri at tosa um starvsfólkini – tað kann eg ikki taka undir við! Hevði um ikki annað onkur rationalisering ligið í hesum, so hevði eg kunna tikið undir við hesum.?Hetta sum er farið fram er bara enn eitt dømi um, at landsins politikarar kunnu gera tað, sum fremur egið áhugamál, uttan at tað fær avleiðingar.?1. mars 2007?