Jón Rói og Jann Ingi til Derby

Í dag fara aftur tveir undir evnaríkir fótbóltsleikarar út um landoddarnar at royna seg.

Yrkisfótbóltur


Jákup í Stórustovu upplýsir, at talan er um Jón Róa Jacobsen úr HB og Jann Inga Petersen úr B68, sum hetta fram til 10. desember fara at royna seg í enska Premier League felagnum, Derby.


Væl dámdur venjari

Derby er í løtuni at finna á næst niðasta sessinum í deildini, so kanska ljóðar hetta ikki so lokkandi, sumk eitt nú Liverpool, har Jón Rói áður hevur verið upp á tal.

Tað eru tó mong fótbóltskøn, sum hava álit á, at venjarin hjá Derby, Jim Smith, fær vent skútuni, soleiðis at Derby eisini komandi ár verður at síggja í bestu deildini.

Jim Smith er nevnliga sera avhildin í enska fótbóltsheiminum fyri avriki síni sum venjari. Umframt at hava fingið nógv burtur úr fremsta liðnum hjá Derby, er Smith eisini kendur fyri at duga væl at arbeiða langsiktað, kanska er tað hetta, hann hevur ætlanir um við báðum føroysingunum. Í øllum førum eru teir bodnir at koma til venjingar, sigur Jákup í Stórustovu, uttan at hann to vil rópa hetta fyri beinleiðis royndarvenjing.

Umframt teir báðar, sum fara avstað mikudagin, fer eisini Ingi Højsted úr B36 til Arsenal í komandi viku. Líkt er tí til, at áhugin fyri føroysku leikarunum er alsamt vaksandi.


Nógvir hava nú roynt seg

Nú er annars gott ár liðið, síðani Jákup í Stórustovu í samstarvið við fleiri stuðlar gjørdi eina miðvísa ætlan, um hvussu nakrir útvaldir føroyskir unglingar skuldu fáa høvi at royna seg uttanlands, og hetta má sigast at hava gingið væl. Jón Rói er nevnliga tann seinasti av hesum, sum fær møguleikan, og fyri fleiri er tað galdandi, at boð hava verið eftir teimum, eftir at teir hava roynt seg fyrstu ferð. Eitt nú hjá Jann Inga Petersen og Inga Højsted, sum fyri stuttum royndu seg hjá PSV Eindhoven.

Verkætlanin hjá Jákupi í Stórustovu varð stuðlað av Føroya Sparikassa, Tryggingarfelagnum Føroyar, Atlantsflog og Føroya Shell.