Noreg
Seinastu tíðina hevur nakað av rumbli verið í Molde, har Jákup Mikkelsen hevur sáttmála fram til ársskiftið. Fíggjarligir trupulleikar og boð um sparingar hava viðført, at felagið hevur verið noytt at selja leikarar, og hetta er so avgjørt ikki nakað, sum hevur hóvað krevjandi áskoðarunum serliga væl.
Evnaríkur leikari
Tað er tó ikki bara frágongd av leikarum, sum hevur verið á skránni hjá Jákupi og teimum hesa tíðina.
Fríggjadagin í farnu viku skrivaði íslendski landsliðsframherjin, Andri SigÞórsson, undir sáttmála við Molde, og tá hann kemur aftur úr Norðurírlandi eftir landsliðsuppgávuna har, fer leiðin til Molde, og ikki til Austria Salzburg, har hann annars hevur spælt.
Andri SigÞórsson hevur leingi verið mettur sum ein av evnaríkastu leikarunum í Íslandi, og longu sum 16 ára gamal varð hann sáttmálabundin at Bayern München. Her gjørdist talan um trý ár, sum ivaleyst hava givið stóran lærdóm, hóast talan ikki gjørdist um dystir á besta liðnum.
Afturkomin til Ísland spældi hann eitt skifti við barndómsfelagi sínum, KR Reykjavík, áðrenn hann í 2000 varð seldur til Salzburg.
Seinastu tíðina hevur Andri saman við Chelsea framherjanum, Eidur Gudjónsson, verið fastur maður í Íslendska álopinum, og millum annað stóðu teir báðir fyri hvør sínum máli, tá Ísland leygardagin skelkaði fótbóltseuropa við einum 3-1 sigri á Kekkia.