Yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen ýða við slagorðum ella one-liners, og tað hevur givið bókaforlagnum Torgard hugskotið at gera bringuskelti (badges) við sitatum úr yrkingum hjá Jóanesi Nielsen, bæði átrúnarlig sitat sum ?Gud er batteriet i dildoen? og poetisk sum ?Poesi stopper huller i blæsten?. Tað er í samband við BogForum í Danmark, at tað er gjørt.
Føroyskar bókmentir verða aftur í ár umboðaðar á bókastevnuni BogForum í Keypmannahavn. Tað eru forlagið Torgard við Hugini Eide, Bókamiðsølan og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava ein felags bás á stevnuni. Á básinum ber til at ogna sær føroyskar bøkur bæði á føroyskum og á donskum.
Umframt bøkur hevur forlagið eisini dvd-fløgur við filmum hjá Katrini Ottarsdóttir í sínum katalogi.
Til BogForum í ár hevur forlagið eisini fingið prentað eina t-shirt við teimum báðum væl umtóktu skrímslunum úr myndabókarøðini hjá Rakel Hemsdal o.fl. um Stóra Skrímsl og lítla skrímsl.
Tað boðar forlagið Tordgard frá í tíðindaskrivi.