Myndin skal vísa ísraelsk álop á býin, Rafah, sum liggur nærindis markinum til Egyptalands. Fleiri fólk lótu lív í álopinum. Rafah er seinasti skansin hjá Hamas, vil Ísrael vera við.

Ísraelsk álop á býin Rafah

Ísraelski verjumálaráðharrin sigur, at neyðugt er við hernaðaratgerðum í Rafah, tí Hamas vil ikki gera avtalu um ísraelsku gíslarnar

Myndin skal vísa ísraelsk álop á býin, Rafah, sum liggur nærindis markinum til Egyptalands. Fleiri fólk lótu lív í álopinum. Rafah er seinasti skansin hjá Hamas, vil Ísrael vera við.

Í dag hevur ísraelski herurin heitt á sivilfólk í eystara parti av býnum, Rafah, um at fara úr hesum býarparti.

 

Sambært ísraelskum hernaðarmyndugleikum er talan um, at 100.000 fólk skulu fara úr økinum.

 

Ein høgtstandandi tænastumaður hjá Hamas, Sami Abu Zuhri, sigur við tíðindastovuna, Reuters, at boðini úr Ísrael eru ein vandamikil víðkan av krígsatgerðunum.

 

Kravboðini úr Ísrael komu eftir eina nátt við hørðum bumbingum av Rafah, har í minsta lagi 22 fólk sambært heilsumyndugleikunum í Gaza hava latið lív. 

 

Tað er tíðindastovan, Al Jazeera, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

Sambært egyptiskum keldum og marknamyndugleikum í Gaza verður marknaliðið til Egyptalands framhaldandi opið fyri nøkrum fólkum og fyri flutningi av neyðhjálp til Gazageiran.

 

Ísraelski verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, sigur, at ein hernaðaratgerð í Rafah er neyðug, tí Hamas vil ikki gera eina avtalu um ísraelsku gíslarnar, sum eftir eru í Gazageiranum.

 

 

 

 

 

Myndin skal vísa ísraelsk álop á býin, Rafah, sum liggur nærindis markinum til Egyptalands. Fleiri fólk lótu lív í álopinum. Rafah er seinasti skansin hjá Hamas, vil Ísrael vera við.