Tann 18. juli fyri hundrað árum síðani var ein merkisdagur í Vágs søgu, og í Føroya søga. Tað var nevniliga tann 18. juli í 1921, at fyrsta el-verk í Føroyum varð sett til, og fyrsta bygd í Føroyum, Vágur, fekk streym. Og í sambandi við, at el-verkið, sum er í Botni vestan fyri í Suðuroy, verður 100 ár, og tað fara vágbingar at hátíðarhalda við eini ljósfest í døgunum 17. og 18. juli.
Tað eru Vágs kommuna og Sev, sum skipa fyri og har verða fleiri tiltøk á skránni, bæði náttúrupplivingar, tónleikur, føroyskur dansur, framsýningar og og onnur mentanartiltøk av ymsum slagi. Til børnini verður spæliland og annað undirhald.
Tey skipa eisini fyri einum taratúri á Vágsfjørði, har tey eisini umrøða orkunýtsluna í taranum. Tey fara eisini eina gonguferð ígjøgnum 100 ára orkusøguna í Suðuroy, har gingið verður av nýggju vindmyllunum í Porkeri, sum eru tiknar í nýtslu í ár, til el-verkið í Botni. Og í hesum sambandi verður eisini ein bók løgd fram um 100 ára søguna hjá verkinum í Botni verður.
Bakkafrost skipar fyri virkisvitjan og har fer eisini at bera til at ymsar rættir úr laksi og Vágs kommuna fer eisini at lata nakrar heiðurslønir til tey, sum hava givið eitt serligt íkast til Vág og mentanina í Vági. Á sjálvum føïngardagnum hjá Verkinum, letur Sev dyrnar upp og bjóðar almenninginum at síggja Verkið í Botni.