Kanska eru nógv foreldur, sum hava saknað okkurt ítriv at fara til saman við heilt smáu børnum sínum. Fyrstu árini er jú heldur avmarkað, hvussu nógv børnini makta í so máta, og tí verður tað ofta so, at tað meira verður í sjálvdrátti, at foreldrini kring landið fara undir nøkur átøk.
Í næstum kemur tó enn eitt tilboð á skránna, har øll kunnu vera við. Majbritt Mohr, sum annars er útbúgvin heilsuatstøðingur, hevur nevniliga hetta seinasta hálva árið nomið sær útbúgving sum lærari í pinkubarnasvimjing, og eftir nýggjár fer hon av álvara at brúka nýggju útbúgvingina.
Saknaði eitt tilboð
Sjálv sigur Majbritt, at hetta tók seg upp, tí hon fyri sítt viðkomandi saknaði eitt tilboð at svimja við børnunum undir skipaðum viðurskiftum.
- Eg svam ofta við teimum báðum eldru børnunum hjá okkum, men báðu ferðirnar saknaði eg tó skipað viðurskifti, sum hetta kundi gerast undir í Føroyum. Tað er tó ofta avmarkað, hvussu stóra orku tú hevur at fara undir slíkt átak, júst tá ið tú hevur átt, men tá ið eg so átti dóttrina Lý, setti eg mær fyri, at nú skuldi tað vera. Og so fór eg bara til verka úr einum enda í annan, sigur Majbritt.
Fyrsta langa tíðin fór fyrst og fremst við at leita sær tilfar fram. Bøkur vórðu læntar, og hóast Majbritt sigur seg sjálva vera ókunnuga á alnetinum, varð hesin miðilin eisini dúgliga royndur, nú ið upplýsingar skuldu finnast.
- Her kom eg so fram til, at her í Norðurlondum vóru tað sviar, sum høvdu drúgvastu royndirnar á økinum, og eg setti meg so í samband við nøkur, sum skipaðu fyri slíkum. Her vistu tey at siga mær, at í svenska svimjisambandinum var ein instruktørur, sum hevði hetta sum sergrein.
Millum Føroyar og Svøríki
Konan, sum situr við hesum um hendi í Svøríki, er Lena Stenquist, og eftir at Majbritt hevði tosað við hana, varð gjørt av, at føroyska kvinnan skuldi fara til Svøríkis á skeið. Hetta var á sumri í ár, og síðan hevur Majbritt hálvgum pendlað millum skeið og starvsvenjing í Svøríki, umframt at ein partur av starvsvenjingini er fingin til høldar í Føroyum. Hetta var eftir fyrsta skeiðið í Svøríki, og hevði Majbritt tá tvey lið av foreldrum við pinkubørnum í hylinum á Landssjúkrahúsinum.
Nú er lærutíðin liðug, og í næstum fer Majbritt av álvara undir skipaða svimjing við pinkubørnum her í Føroyum. Seinasta tíðin er fyri tað nógva nýtt til at finna sær tíðir í onkrum svimjihyli at hava svimjingina í, men hetta hevur ikki bara verið sum at siga tað. Í farnu viku komu tó boð um, at hon kundi sleppa framat í skúlanum í Kollafirði, og hetta verður so gjørt beint eftir nýggjár.
Øðrvísi nærleiki
Sum nevnt, er pinkubarnasvimjingin skipað fyri seg undir svenska svimjisambandinum, men Majbritt leggur tó dent á, at hetta ikki merkir, at talan er um kappsvimjing av nøkrum slag.
? Tá ið tað snýr seg um venjing, er hetta fyrst og fremst sansalig venjing hjá børnunum. Í hylinum fáa tey rørt seg á heilt øðrvísi hátt, enn tey kunnu á gólvinum við hús. Vatnið gevur jú eina nógv minni mótstøðu enn eitt hart gólv, og tí gerast rørslurnar nógv mjúkari. Barnið fær kensluna av, at tað megnar eina nýggja avbjóðing, og bara hetta gevur í sjálvum sær eisini størri vælveru.
? Samstundis er hetta ein øðrvísi háttur hjá foreldrunum at vera saman við børnunum. Í hylinum eru vit vaksnu á sama hæddarstigi, sum børnini, og á sín hátt er løtan eisini nógv minni órógvað, enn hon vanliga er. Tí kann hetta heilt avgjørt eisini vera gevandi fyri okkum vaksnu. Eisini tí vit á hendan hátt kunnu læra barnið enn betur at kenna. Í hylinum er nevnliga neyðugt, at tað er barnið, sum setur mørkini, sigur Majbritt.
Kann vera lívbjargandi
Eitt er, at hetta sum so ikki er nøkur venjing í svimjiteknikki, men tað skerst ikki burtur, at tá ið børnini á somikið ungum árum venja seg við vatn, kunnu tey betur standa seg í elementinum.
- Hetta er sjávlandi rætt, men talan er sum so ikki um at svimja. Heldur vil eg siga, at barnið á hendan hátt verður nógv betur kunnugt við váta elementið, og hendir eitthvørt óhapp, kann tað, at barnið er vant við vatn, bjarga lívinum. Skuldi tað til dømis borið soleiðis á, at barnið dettur í ein djúpan hyl ella kanska á sjógv, so hevur tað tá lært at stýra refleksunum soleiðis, at tað ikki gerst ræðslusligið, men dugir at flóta í vatninum, til tað kanska fær fatur á onkrum, ella til onkur kemur at bjarga tí. Tað er eitt sindur ótrúligt, at vit í Føroyum, sum jú eru umgyrd av havi, ikki hava kravda svimjiundirvísing í skúlanum. Kanska kann hetta so eisini bøta eitt sindur um støðuna í so máta, sigur Majbritt Mohr, lærari í pinkubarnasvimjing.