Soleiðis er okkara politiska skipan uppbygd. Vit hava eina grundlóg, sum er galdandi fyri alt ríkið, og undir henni er heimastýrislógin, sum í samsvari við grundlógina, gevur føroyska heimastýrinum ávísar heimildir. Undir heimastýrislógini er stýrisskipanarlógin og undir stýrisskipanarlógini eru vanligar løgtingslógir (tær sum verða vístar burtur úr tinginum, um tær ikki samsvara við stýrisskipanarlógina). Og fara vit so longur niður í skipanini, so kunnu landsstýrismenn gera kunngerðir, við heimild í løgtingslógum o.s.fr.
Stjórnarskipanarlógin
Tá fullveldislandsstýrið í 1998 byrjaði at fyrireika loysingina frá Danmark, varð ein grundlógarnevnd sett at gera føroyska grundlóg. Lógin skuldi koma ístaðin fyri donsku grundlógina, og skuldi sostatt vera ovasta lógin fyri tað nýggja føroyska ríkið.
Men sum vit øll vita, náddi landsstýrið ikki á mál við fullveldisætlanini, men grundlógarnevndin helt tó fram við sínum arbeiði. Nevndin broytti navn til “Stjórnarskipanarnevndin”, og lógin fekk navnið “Stjórnarskipanarlógin”. Semja var ikki um, hvat lógin skuldi brúkast til. Teir loysingarsinnaðu flokkarnir hildu fast við, at lógin skuldi vera ein føroysk grundlóg, meðan Sambandsflokkurin segði, at hon skuldi vera ein nýggj stýrisskipanarlóg (undir donsku grundlógini og Heimastýrislógini).
Fólkaatkvøða um hvat ?
Nú Tjóðveldi og Miðflokkurin eru komin í landsstýrið, saman við Javnaðarflokkinum, hava teir bustað støvið av hesum gamla uppskotinum um stjórnarskipanarlóg, og hava skrivað í samgonguskjalið, at fólkaatkvøða skal verða um lógina í 2010. Men hvar skal lógin vera í skipanini?
Um vit skulu halda fram í ríkisfelagsskapinum við Danmark, vilja danir uttan iva krevja, at alt okkara lógarverk samsvarar við donsku grundlógina, sum framhaldandi verður ovasta lógin fyri alt ríkið. Tað stendur beinleiðis í grundlógini, at hon er galdandi fyri “alle dele af Danmarks Rige”. Tað vil siga, at føroyska stjórnarskipanarlógin má vera undir (og tí eisini í samsvari við) donsku grundlógina. Men tað fara Tjóðveldi og Miðflokkurin neyvan at góðtaka.
Spurningurin um vit skulu hava danska ella føroyska grundlóg verður tí í seinasta enda ein spurningur um samband ella loysing. Vit kunnu ikki vera partur av danska ríkinum, uttan at vera undir donsku grundlógini.
Einki fæst at vita
Formaður Sambandsfloksins setti í farnu viku løgmanni ein munnligan fyrispurning í løgtinginum um hesi viðurskifti. Kaj Leo Johannesen spurdi millum annað, um stjórnarskipanarlógin fer at hava somu rættarligu støðu sum danska grundlógin hevur í dag, ella um hon verður ein lóg, sum verður undir donsku grundlógini. Men løgmaður gav ikki nakað greitt svar. Hann hevur jú fyri einum mánað síðani sent eitt persónligt bræv til allar føroyingar, har hann ávaraði ímóti at “spæla hasard” við ríkisfelagsskapinum. Tí kann hann ikki nú siga, at hann sjálvur vil seta eina føroyska grundlóg í gildi ístaðin fyri ta donsku. Men samstundis hevur hann nakrar samgongupartnarar, sum ikki góðtaka at skula vera undir donsku grundlógini. – So hvat skal hann svara ?
2010 nærkast
Í 2010 skulu vit øll á fólkaatkvøðu um stjórnarskipanarlógina. Vónandi fáa vit at vita innan ta tíð, hvat tað er, sum vit skulu atkvøða um. Verður tað ein føroysk grundlóg, sum er yvir øllum øðrum lógum, ið galda her á landi, ella verður tað ein lóg, sum verður undir- og samsvarar við donsku grundlógina ? Verður tað samband ella verður tað loysing ?
- Nú vit tosa um at spæla hasard...