Jóna Mortensen
Um tey samkyndu hava valt at verða samkynd ella ikki, er fulkomiliga líka mikið. Liva vit ikki í einum fríum landi?? Men eingin skal billa mær inn, at nakar velur eina samfelagsborgaraskap sum ein lítil útstoyttur bólkur ella ein lítil jagstraður flokkur, tí tað er jú tað, sum tað er blivið til.
Eg minnist ein drong, ið gekk í mínum flokki í barnaskúlanum. Hann var meira femininur enn nøkur genta í flokkinum. Hann var klænmæltur og hevði eitt feminint gongulag. Seinni fekk eg at vita, at hann var samkyntur, og tað visti eg væl. Vit vóru ’nemmiliga’ góðir vinir. Men valt tað sjálvur, tað hevði hann ikki. Hatta hevur nakað við kromosomir at gera!
Eg fái ilt allastaðni av at lesa lesarabrøvini frá Jenisi av Rana, Peturi Hermansen og øðrum.
Petur Hermansen skrivaði, at tey samkyntu vóru nøkur grenj, og at hann eisini var blivin happaður sum barn. At Petur Hermansen er blivin happaður, er jú ræðiligt. Vit hava eisini kent svian av happing í okkara familiu, men tað ger so sanniliga ikki trupulleikan hjá teim samkyntu minni, og tað legaliserar heldur ikki happing sum heild. Ein skuldi tvørturímóti hildið, at tílík upplivilsi bara skapa størri forstáilsi fyri trupulleikanum, og at tílík fólk taka størri frástøðu frá happing. Eftir hondini er happing ikki rætta orðið, tá ið tað snýr seg um tey samkyndu. Tað er blivið til forfylging og mannajagstran. At finna upp á at skriva, at øll við brillum og nøkrum kilo-um ov nógv kenna til happing og síðani biðja tey samkyntu lata vera við at grenja, tí tey sjálvi hava valt tað, er sooo langt úti. Eg kann lítið ætla, hvussu familian hjá hesum happaða og jagstraða dronginum hava tað við at lesa sovorðið tvætl. Tað má kennast ótrúliga svárt.
Eg haldi, at fólk hava fullkomiliga misskilt kristindómin. Ein kristin hevur frið í sálini, hevur frið við seg sjálvan og við tey rundanum seg og yvirskot til at geva hinum frið, óansæð um tey skilja seg burturúr fjøldini. Tey hava yvirskotið og viljan til at góðtaka menniskju sum tey eru. Tá ein hevur frið í sálini, hevur ein ikki trongd til at fortelja øðrum, hvat tey ikki skulu gera, tá passar mann sítt egna ’lort’ og vónar, at tær ferðirnar ein traðkaði við síðuna av og ikki gjørdi sum ein átti, verða fyrigivnar, tí mann bara er eitt menniskja og ger feilir allatíðina.
Okkara lutur er ikki at døma onnur, tað fer ein annar at gera fyri okkum.
Ein kann hava sína egnu meining viðvíkjandi teim samkyntu og ein kann útfrá bíbliuni boða gleðiboðskapin. Sum tað eisini verður sungið "Sáa og væta tað kunna vit eina". Men okkara rættur er ikki at døma, tað fer ein annar at gera fyri okkum á tí eina degi, og væl kundi verði at vit blivu bilsin yvir hvussu dømt verður. Tí minnist til :
ALT TAÐ SUM TÚ GJØRDI ÍMÓTI EINUM AV MÍNI SMÁU, GJØRDI TÚ ÍMÓTI MÆR.
Tað kann gott vera, at tit 'rættvísu kristnu' ikki persónliga ella ítøkiliga beinleiðis hava jagstrað nakran samkyntan, men av tí at tit áhaldandi skriva og tosa negativt um henda samfelagsbólk og nærum skíra tey at vera av tí ónda, virka tit fyri meiri øsing, trýsti og ágangi móti hesum fólkum. Tey yngru ávirkast av teimum eldru og hvussu tey tosa og uppføra seg.
--
Eg minnist rokið allastaðni, tá ið sjúkan aids kom fram og ikki minst her í Føroyum. Rólant Samuelsen var tá í útvarpinum og skuldi svara upp á alt møguligt, og millum annað, um tað nú var ein straffur frá Guði. Eg minnist so væl, at Rólant setti spurningin ”um aids er ein straffur frá Gudi fyri eina ávísa lívsførslu, hvørja lívsførslu er so sjúkan krabbamein straffur fyri”.
Petur Hermansen nevnir eisini í sínum lesarabrævi, at Rólant Samuelsen fekk frið at liva sítt lív.
”Nei, Petur Hermansen! Tað fekk hann ikki, og tað var eg sjálv vitni til fleiri ferðir. Tað var heldur ikki av ongum at hann og vinurin Benny fluttu til Danmarkar”.
Komi eisini at hugsa um ella minnast aftur á, tá ið aidssjúkan byrjaði og avbyrgdir sjúklingar fingu vitjan av móðir Theresu. Hetta vóru fólk, sum eingin tá fór í nánd av, og vóru tey viðfarin sum spedølsk. Men móðir Theresa fór til teirra, tosaði og nam við tey. Hon kundi jú fingið allan katolikkaheimin ímóti sær. Men hon var trygg og hvíldi í sær sjálvari, og hjálpti har hon kundi hjálpa.
Hetta má kallast næstakærleiki og sannur kristindómur.
So mítt ynski og vón er, at fólk hugsa seg um og altíð vera við tí góða og uppbyggjandi orðinum.