Hungur og hall hjá fiskimannafamiljum

- At reiðarar ikki rinda fiskimonnum hýru, kann koma at skapa hungur og hall í mangari fiskimannafamilju, sigur Jan Højgaard, sum annars staðfestir, at tað eru reiðarar, sum koyra føroyskar fiskimenn í land til frama fyri bíliga útlendska arbeiðsmegi

LANDSFUNDUR

Á landsfundinum týsdagin segði Jan Højgaard, at tað altíð eru nakrir reiðarar, sum hava ilt við at rinda hýru til tíðina.
- Tað eru menn, sum hava bíðað í fleiri mánaðir eftir at fáa tað, teir eiga til góðar hjá reiðarum.
Felagsformaðurin vísti á, at menn sjálvsagt gerast illa sperdir undir slíkum umstøðum, tí teir eins og øll onnur hava sínar skyldur at røkja.
- Eftir at hava bíðað leingi eftir hýru, hevur onkur mist tolið og hevur stungið í sekkin. Hetta hevur fingið reiðarar at rópa upp um, at okkurt má gerast, tí teir fáa ikki fólk. Men hvat við at gjalda tað, sum menninir eiga til góðar, spurdi Jan Højgaard og legði aftrat, at tá høvdu reiðarar sloppið undan trupulleikanum við manningartroti.

Hungur og hall
Felagsformaðurin vísti á, at tað eisini eru útlendskir fiskimenn, sum koma hendan vegin at sigla og ikki fáa sína sáttmálaløn.
- Hetta er bæði brot á sáttmála og útlendingalógina.
Jan Højgaard segði, at tað kann koma at skapa hungur og hall í mangari fiskimannafamilju, at fiskimenn bíða eftir sínum ágóða í mánaðir.
- Hóast eg ikki hevði væntað, at tað var so, kemur hetta kortini ikki óvart á meg, legði felagsformaðurin aftrat.

Menn í land
Á landsfundinum nam Jan Højgaard í aðrar mátar eisini við spurningin um útlendskar fiskimenn við føroyskum skipum.
- Tíverri kunnu vit staðfesta, at tað eru fleiri reiðarar, sum koyra føroyingar í land og fáa sær bíliga arbeiðsmegi úr øðrum londum í staðin. Hetta er sera óheppið – fyri ikki at siga syndarligt. Hetta rakar eisini fiskimannin og hansara familju.
Hann helt fyri, at henda gongd eisini kemur at raka økini kring landið, ið hava fiskivinnu sum grundarlag.
- Tá pengar ikki koma frá fiskivinnuni, verður fíggjarliga orkan hjá kommununum eisini hareftir.
Jan Højgaard segði seg stúra fyri, at um hesi nevndu brot ikki verða steðgað, gongur ikki long tíð, til flest øll skip verða rikin á henda hátt.
- Tí eigur at verða tryggjað við lóg, at fiskiloyvi eru treytað av, at sáttmálar her á landi verða hildnir, legði felagsformaðurin aftrat.