HSF og Føroya Tele leingja samstarvið

Hondbóltssamband Føroya og Føroya Tele hava longt stuðulsavtaluna við tveimum árum.

Hondbóltssamband Føroya og Føroya Tele hava longt stuðulsavtaluna við tveimum árum. Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, og Eva Skeel Nolsø, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, hava longt stuðulsavtaluna, sum partarnir undirskrivaðu av fyrstan tíð í januar 2020.

 

Nýggja stuðulsavtalan er galdandi í tvey ár; til desember 2023. Føroya Tele verður sostatt við til at stuðla eini ítróttagrein í støðugari menning og við stórum málum.