Hoyr málini hjá HB og Heimir (Rás2)

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson kundi fegnast um enn eitt gott avrik í dag

Javnaldrarnir, HB og KÍ eru nú javnir í stigum við 19 stigum í part aftaná átta dystir. 

 

HB hálaði inn á KÍ við einum 3-0 sigri á 07 Vestur, har øll málini komu í seinna hálvleiki.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum HB fekk ímóti 07 Vestur.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við íslendska høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson.

 

Heimir Guðjónsson fegnast um enn eitt gott liðavrik hjá HB í serliga seinna hálvleiki, har hann leggur dent á, at tað var serliga stuttligt at síggja teir eldru hjálpa teimum yngru spælarunum. Tó er Heimir Guðjónsson ikki nøgdur við gongdina í fyrra hálvleiki, har 07 Vestur kemur til stórar málmøguleikar, og Símun Samuelsen brennir brotsspark fyri HB. 

 

Heimir Guðjónsson undirstrikar, at fyri hann hevur tað týdning, at HB spælir góðan fótbólt, tí tað er nakað hann strembar nógv eftir. 

 

Tá Tróndur Arge spyr Heimir Guðjónsson um møguligan íslendskan styrk til seinnu hálvu, svarar Heimir Guðjónsson, at hann enn ikki kann seta navn á nakran komandi styrk til HB. 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Paula Poulsen hoyrist HER