Hondbóltsútisetar: Tað vera helst tvey føroyingalið í endaspælinum

ÍBV hevur vunnið seg í endaspælið. KA manglar eitt stig at røkka málinum

Sum stigatalvan er í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum í løtuni er líkt til, at tað vera tvey føroyingalið sum vinna seg í endaspælið.

 

Allan Norðberg skoraði fýra mál og Nicholas Satchwell bjargaði tveimum brotskøstum og hevði eitt bjargingarprosent uppá 39 prosent tá lið teirra, KA spældi javnleik 25-25 móti Afturelding á heimavølli á Akureyri. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Komandi hóskvøld spælir KA á útivølli móti Haukum. 

 

Dánjal Ragnarsson skoraði eitt mál fyri ÍBV, ið eisini leikti javnleik á heimavølli í dag. Dysturin móti Haukum úti á Heimey endaði við javnleiki 30-30. Í steðginum var ÍBV á odda 16-15.

 

Komandi mikukvøld spælir ÍBV á útivølli móti FH. 

 

Rógvi Dal-Christiansen og Vilhelm Poulsen skutu tvey mál hvør tá lið teirra, Fram tapti 26-30 fyri Vali á útivølli. Valur var á odda 16-14 í steðginum. 

 

Komandi fríggjakvøld spælir Fram móti FH á heimavølli.

 

Sum stigatalvan vísir skal nógv laga seg um Fram skal vinna seg millum átta tey fremstu liðini, ið vinna seg í meistaraskaps-endaspælið:

 

 

 

Nr. Lið: DystirVJTStig
1 Haukar18133229
2 Valur19132428
3 FH17122326
4 ÍBV17112424
5 Selfoss1892720
6 KA1992820
7 Afturelding1967619
8 Stjarnan1882818
9 Fram19621114
10 Grótta18531013
11 HK1812154
12 Víkingur1811163