Hetta er við blandaðum kenslum

- Hetta er næstan sum at skula smoyggja ein ham av sær, sigur Jákup Reinert Hansen, sum hevur verið prestur í 31 ár, men nú skal starvast á Setrinum

Jákup Reinert Hansen, sum í 31 ár hevur starvast sum prestur, skal 1. september í nýtt starv á Fróðskaparsetri Føroya, har hann skal undirvísa nýggjum prestum í kirkjusøgu og menna gransking á økinum.

- Hetta er sjálvandi við blandaðum kenslum, og tað er næstan sum at skula smoyggja ein ham av sær, sigur Jákup Reinert Hansen.

- Tú ert prestur 24 tímar um samdøgrið 365 dagar um árið. Tað er eitt arbeiði og ein lívsstílur, so tað verður nakað annað at skula arbeiða fimm dagar um vikuna og duga at siga, at nú arbeiði eg, og nú havi eg frí, sigur hann. Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við Jákup Reinert Hansen.