Løgreglutíðindi
Løgreglan sigur, at hvørt vikuskifti fáa tey fráboðanir um smærri herverk í býnum, og hesuferð var einki undantak.
Í Magnus Heinasonargøtu við Manhattan varð ein rútur brotin sunnumorgunin. Tað var fráboðað løgregluni, men eingin hevur nakra hóming av, hvør hevur framt herverkið.
Sunnukvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at herverk var framt á ein vøruvogn á Tinghúsvegnum. Bilurin er skumpaður aftur og fram, so hann hevur fingið skaða. Hetta er hent sunnunátt, men heldur ikki í hesum førinum veit nakar, hvør hevur gjørt hetta.
Sunnunáttina um fýra tíðina var ein, ið hevði brotið forrútin í einum bili í Niels Finsensgøtu. Hesuferð er tað eydnast løgregluni at fáa hendur á gerningsmanninum, og hann verður ákærdur fyri herverk.
Harumframt var ein maður og svav rúsin av á løgreglustøðini.










