Her er norski EM-hópurin sum møtir Føroyum 13. januar

Norski landsliðsvenjarin, Jonas Wille hevur tikið út 19 leikarar til EM-hópin hjá Noregi

13. januar komandi ár vera túsindtals føroyingar staddir í Berlin til dyst í innleiðandi bólki D millum Føroyar og Noreg.

 

Norski landsliðsvenjarin, Jonas Wille hevur tikið út 19 leikarar til norska EM-hópin.

 

Talan er um ein krútsterkan hóp. Sjey av leikarunum spæla við Kolstad, ið ger tað væl í bólkaspælinum í Champions League.

 

Her eru leikararnir Føroyar møta 13. januar:

 

Málverjar: Kristian Sæverås (SC DHfK Leipzig) og Torbjørn Sittrup Bergerud (Kolstad Håndball).

 

Strikuspælarar: Henrik Jakobsen, (GOG Håndbold), Petter Øverby, (THW Kiel)

, Magnus Gullerud (Kolstad Håndball).

 

Bakkar: Vetle Eck Aga (Kolstad Håndball), Sander Sagosen (Kolstad), Sander Øverjordet (Kolding), Erik Thorsteinsen Toft (KIF Kolding), Tobias Grøndahl (Elverum Håndball), Gøran Søgard Johannessen (Kolstad Håndball), Christian O'Sullivan (SC Magdeburg), Harald Reinkind (THW Kiel), Simen Ulstad Lyse (Kolstad Håndball), Magnus Abelvik Rød (Kolstad Håndball)

 

Vengur: Sebastian Barthold (Aalborg Håndbold) Kristian Bjørnsen (Aalborg Håndbold, Kevin Maagerø Gulliksen (TTH Holstebro), Alexandre C. Blonz (GOG Håndbold)