- Tað er spell, at Alfred Eliasen ikki fekk hendan hemaran á tráðu, sigur maðurin, ið stendur aftanfyri Shark Atlantic, Magni Blástein Hemarin, sum danin, Henrik Hansen, fekk á tráðu sunnanfyri Kirkjubønes í gjár, var bert nøkur kilo minni enn heimsmetið.
Magni Blástein úr Vestmanna var týsdagin og mikudagin farin í báti sínum at fiska hemara saman við trimum dønum, sum vóru komnir higar til lands at fiska við tráðu.
Teir komu við Norrønu mánadagin og fara avstað aftur í dag.
Tann eini av hesum monnunum, Henrik Hansen, fekk ein velduga stóran hemara, sum vigaði 222 kilo.
Í bátinum Blásteini róku teir heilar seks fjórðingar, meðan teir stríddust við at fáa lívið av hesum stóra fiski.
Hetta tók teimum hálvan annan tíma.
Magni Blástein sigur, at hemarin, sum leirvíkingurin, Alfred Eliasen, fekk undir Kalsoyarlandinum herfyri, er júst líka stórur sum heimsmetið, nevniliga 229 kilo.
- Hevði hesin fiskurin verið veiddur á tráðu í staðin fyri á línu, hevði hemarin hjá Alfred Eliasen staðið undir liðini á sjálvum heimsmetinum, sigur Magni Blástein.