Heðin Mortensen: Jan og Beate skilja lítið og einki

Aftursvar til samskrivaðu andstøðugreinirnar hjá Jan Christiansen og Beate L. Samuelsen, nú fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2006 er einmælt samtykt  eisini við teirra atkvøðum!

Ikki kann sigast annað, enn at tað er hugstoytandi og partvíst skelkandi lesnaður, býráðslimirnir Jan Christiansen og Beate L. Samuelsen borðreiða við í bløðunum, nú Tórshavnar býráð í farnu viku einmælt samtykti fíggjarætlanina fyri komandi ár.
Hugstoytandi, tí tey helst høvdu staðið seg betur, høvdu tey einki skrivað, so lítið skil er í greinum teirra. Og skelkandi er tað, tí tveir so mikið royndir býráðslimir áttu at vitað betur.
At tey so óivað hava tutlað sínamillum, áðrenn síðstu stavirnir eru skrivaðir, so ávíst samsvar er í skilaleysu skrivingini, ger ikki støðuna betri. Høvdu tey einki havt skrivað, høvdu tey jú heldur ikki havt avdúkað, at tey skilja lítið og einki av tí, ið gongur fyri seg í framkomnum býráðsarbeiði í 2005.

Flóvisligt, Jan!
Jan Christiansen, sum sjálvur hevur sitið eina heila setu sum borgarstjóri, gremur seg um, at Tórshavnar kommuna hevur beint fyri skattalættanum, ið landsstýrið hevur lovað Føroya fólki. Hetta grundar hann á, at Tórshavnar kommuna komandi ár hækkar skattaprosentið.
Longu her er fyrsta álvarsliga mistakið í grein hansara, tí talan er ikki um at hækka skattaprosentið, men um at landið hevur givið kommununum uppgávur, ið sjálvandi bera ein eyka kostnað við sær, ið skal fíggjast. Landsskatturin minkar við tí skattaprosenti, ið tær fluttu uppgávurnar kosta, og kommunuskatturin veksur við hesum sama skattaprosenti. Tískil fer Tórshavnar kommuna á ongan hátt at taka burtur av skattalættanum hjá landinum.
Vit hava økt fíggjarætlanina hjá kommununi við umleið 30 milliónum krónum, uttan at hækka skattaprosentið, men fluttu uppgávurnar frá landinum upp á 24 milliónir krónur koma aftrat hesum og kosta eitt skattaprosent. Tí er talan um eina náttúrliga hækking av skattaprosentinum fyri fluttar uppgávur.
Skrivingin hjá Jan Christiansen um horvna skattalættan ber brá av at vera reint møsn. Talan er jú um greiðar linjur linjur millum løgtingið og kommunurnar, sum vit eiga at fylgja, og ikki vevja upp í spurningin, um landið megnar at halda sítt lyfti um skattalætta.

Nú verður stýrt ordiliga
Í grundini er tað flóvisligt at síggja, at ein sera royndur býráðslimur og enntá fyrrverandi borgarstjóri skal lata seg úr soleiðis og harvið avdúkað, at hann lítið og einki hevur skilt av tí mekanismu, ið fram um allar tryggjar eini kommunu neyðugu inntøkurnar, so hon kann veita sínum borgarum allar tær tænastur, brúk er fyri!
Heldur ikki dugir Jan Christiansen at síggja veruleikan frá síni egnu stjórnartíð í eyguni, tí í grein síni breggjar hann sær eisini av, at í farna meiriluta varð valorðið »Meira fyri hvørja krónu« brúkt, men at nú verður stýrt eftir valorðinum »Fleiri krónur fyri sama arbeiði«.
Tað ljóðar kanska gott, var tað bara ikki tað, at handføstu tølini søgdu nakað annað. Veruleikin er, at Jan Christiansen við leysari hond og uttan um umsitingina royndi at stjórna býnum, men at handalagið tíverri ikki var frægari enn so, at sera nógv lá á láni.
Síggjast kann svart upp á hvítt, at farni býráðsmeiriluti var komin í afturhond at fremja bundnar íløgur fyri heilar 70 milliónir krónur, sum núsitandi meiriluti má taka sær av at fremja. Hetta ber boð um dugnaloysi og vantandi stýring.
Tá so Jan Christiansen er so framligur at staðfesta, at »oyðari kemur eftir sparara«, er sjálvironiin fullkomin. Um vit bara taka Vallalíð sum dømi, kundi Tórshavnar kommuna fingið eitt heilt sambýli fyri alt tað, vánalig tilrættislegging og vantandi stýring í tí málinum hevur kostað kommununi!

Stóra misskiljingin
Bæði Jan Christiansen og Beate L. Samuelsen vísa á, at minnilutin í býráðnum hósdagin kom við uppskoti um at varðveita skattaprosentið, tí Tórshavnar kommuna tann 1. desember komandi fær 22 milliónir krónur úr kommunala veðhaldsgrunninum.
Jan Christiansen fer enntá so langt sum at siga, at »hesin peningur sjálvsagt skal inntøkuførast«. Hann av øllum átti at vitað, at hesin peningur longu er inntøkuførdur fyrr og tí sjálvsagt ikki kann inntøkuførast aftur.
Haraftrat er at nevna, at í juni í ár varð løgd fyri býráðið ein íløguætlan, ið fevnir um tilsamans 454 milliónir krónur, ið skulu brúkast til íløgur hesi fýra árini hjá núverandi býráð. Av hesum skulu 407 milliónir fíggjast av rakstri, meðan 47 milliónir krónur skulu fíggjast av kassapeningi, har tað, ið kemur aftur úr kommunala veðhaldsgrunninum, er talt við.
Hetta skuldi ikki verið fremmant fyri Jan Christiansen, sum hevur sæti í fíggjarnevndini og tí átti at kent øll hesi tølini væl og virðiliga. Tað sigur seg sjálvt, at tær 22 milliónirnar úr kommunala veðhaldsgrunninum kunnu hvørki inntøkuførast ella brúkast fleiri ferðir!
Viðvíkjandi hesum góða kreppulánsgrunni, so visti Jan Christiansen longu á heysti í fjør, at peningur skuldi afturrindast kommununi á heysti í ár. Tí má spyrjast, hví hann so ikki longu tá, meðan hann sat við ábyrgd og hevði avgerandi ávirkan, tók tey neyðugu stigini til at lækka kommunala skattaprosentið fyri 2005, heldur enn at koma við illa undirbygda uppskotinum hjá núverandi minnilutanum í evstu løtu, og ikki í so mikið góðari tíð, at meirilutin visti um hetta undan býráðsfundinum.

Í skeivari kommunu
Beate L. Samuelsen harmast í síni grein um, at Tórshavnar kommuna hækkar sítt skattaprosent, samstundis sum tað morgunin eftir býráðsfundin frættist, at Klaksvíkar kommuna ikki ger tað. Og so spyr hon, hví vit í Tórshavnar kommunu skulu gera tað sama, sum aðrar kommunur eru noyddar at gera.
Tað er næstan so, at tú undrast á, um Beate L. Samuelsen er komin í skeiva kommunu, tí um vit skulu brúka Klaksvíkar kommunu sum fyridømi, er veruleikin har tann, at hon byrjar komandi fíggjarár við 27 milliónum krónum í halli, sum skal fíggjast við lántøku, sambært upplýsingum frá borgarstjóranum í Klaksvík.
Tí má spyrjast, um Beate L. Sameulsen veruliga vil hava Tórshavnar kommunu innaftur í eina ónda ringrás, har lántøka skal fíggja allar íløgurnar. Hetta er jú tað, kommunan er sloppin burturúr og als ikki ynskir sær aftur, so her halta grundgevingarnar hjá Beate.
Og tá Beate L. Samuelsen framvegis setir kostnaðin av einari parkeringsbót sum standardin fyri, hvussu liviligt tað er ella ikki í Tórshavnar kommunu, kann hvør í sínum lagi gera sær eina hugsan av, hvussu seriøsur býráðspolitikkurin hjá henni er, og fegnast um, at hon ikki er við í meirilutanum!

Betri tænasta
Tað stutta av tí langa er, at sitandi býráðsmeiriluti í Tórshavnar kommunu hevur sett sær fyri at fremja í verki tey mál, ið løgd eru fyri komandi skeiðið. Her er ikki talan um oyðsl ella vantandi sparsemi, men um at veita borgarunum eina góða, skjóta og økta tænastu.
Skattaprosentið, hóast tað verður hækkað, er framvegis millum tey lægstu í landinum, og barnafrádrátturin upp á 5.000 krónur er millum teir hægstu. Somuleiðis hevur núverandi býráðsmeirilutin sett í verk systkinaavsláttur í barnaansingini, ið er ein munagóð hjálp til barnafamiljur við fleiri børnum.
Eisini verður nú farið undir at byggja uppí á Tjarnargarði, so 24 pláss fáast aftrat har, umframt at hús eru keypt til onnur 10 búfólk og 20.000 fermetrar av jørð eru keyptir, ið skulu brúkast til eldraíbúðir og onnur endamál, ið eru teimum gomlu at gagni.
Niðurstøðan má tí vera, at uppskotið hjá minnilutanum í býráðnum er beinleiðis óseriøst, tá havt verður í huga, at minnilutin ikki segði eitt orð undir fyrru viðgerð av fíggjarætlanini, men í tólvta tíma brádliga kom við sínum broytingaruppskoti, ið varð tikið úr tómum heimi.
Hesin sami óseriøsitetur merkir samskrivaðu blaðgreinirnar hjá Jan Christiansen og Beate L. Samuelsen, ið tykjast vera eitt sera illa umhugsað álop á býráðsmeirilutan. Henda skriving fortelur mest um tey sjálvi og teirra vantandi politisku mið og mál.
Ikki minst, tá havt verður í huga, at fíggjarætlanin fyri 2006 altso varð einmælt samtykt  og tí eisini við atkvøðunum hjá bæði Jan Christiansen og Beate L. Samuelsen!