Hamferð og Fimm Feitar Flugur í Spaniastovu

Spaniastova í Klaksvík hevur góða skrá at bjóða í annaðkvøld.

Tónabrúgv 2014 Leikar í lund bjóðar til heimliga akustiska konsert við Hamferð og Fimm Feitar Flugur 26.apríl kl 22.

 

Hamferð-unplugged í Spaniastovu
26. apríl stíga Hamferð inn á gólvið í Spaniastovu í
Klaksvík við einum serstøkum og sjáldsomum tiltaki. Talan er um eina akustiska
framførslu, ið leggur dent á tekstliga heimin, ið Hamferð higartil hava skapt
sær millum annað við útgávunum ‘Vilst er síðsta fet’ og ‘Evst’.

 

Øll Hamferð-løg
eru samanbundin og siga í síni heild eina søgu, ið verður útbygd við hvørjum nýggjum
lagi og útgávu.

Við útvaldum løgum og yrkingum verður hendan søgan, í hennara
núverandi skapi, løgd fram á sannan Hamferð-hátt. Væntast kann eitt inniligt og
sorgblítt kvøld, har áhoyrarar verða bjóðaðir inn í ein serføroyskan heim við
ófyrigevandi landsløgum, ódnarveðri og huldum.

 


Hamferð hevur áður bert framført tvær akustiskar konsertir
fyri almenninginum, og hesar vóru báðar á HOYMA-tiltakinum, sum fór fram í Gøtu
í november 2013. Stovurnar, har framført varð, vóru á tambi við áskoðarum, og
konsertirnar vóru stórliga fagnaðar. Í Spaniastovu verður framførslan so útbygd
og gjørd til eina størri heild, ið ger, at hetta verður enn eitt nýtt stig í
tónleikasøgu Hamferðs. Hetta er tískil eitt tiltak, ið ikki má missast. 

 


Fimm feitar flugur í Spaniastovu
26.apríl koma Fimm Feitar Flugur at syngja í Spaniastovu í
Klaksvík. Ein spennandi kórkvintett við fimm frískum unglingum, ið bæði duga at
syngja, spæla og undirhalda.

 


Hetta er fyrstu ferð Fimm feitar flugur syngja norðanfyri
Klakk. Avbjóðingin inniber at hita upp til Hamferð í øðrvísi búna. 

 


Fimm Feitar Flugur eru Ári Berghamar Danielsen, Dánial
Gomez, Rasmus Vigant Samuelsen, Hanus Á Tjaldrafløtti og Eyði Højsted Horsdal.