Hópur á fólki umrøddu dansi-og skeinkiloyvi

- Tað, sum eg haldi er ógvuliga óheppið, er, at dansi-og skeinkiloyvið verður sett upp ímóti kristindóminum. Kristindómurin hevur sínar aktivitetir og fær frið at hava sítt virksemi. Dansur og skeinking er eitt heilt annað mál, og hesi viðurskifti eiga ikki at verða sett upp ímóti hvørjum øðrum, sigur Laura Olsen, sum var ein av stigtakarunum til borgarafundin

Borgarafundur

Fimleikarhøllin í Glyvra skúla var nærum fullsett á borgarafundinum hóskvøldið, sum ein bólkur av foreldrum at umgdómi og onnur tóku stig til.
Laura Olsen, sum var ein av stigtakarunum, sigur, at eini 200-300 fólk vóru á fundi hetta kvøldið.
Hon sigur, at hetta var ein góður og siðiligur fundur, sum í fyrsta lagi snúði seg um at fáa at vita, hví Runavíkar býráð feldi eina umsókn um dansi-og skeinkiloyvi í kommununi. Somuleiðis var málið at finna út av, hví kommunan ikki vil loyva, at smiðjubygningurin hjá Frithleifi Olsen á Rytuvíkarhálsi verður keyptur til bowlinghøll, tí bygningurin liggur á einum ídnaðarøki.
- Vit skipaðu fyri fundinum fyri at fáa greiði á, hvat veruliga liggur til grunds fyri teimum avgerðum, býráðið hevur tikið.

Pínlig byrjan

Laura heldur, at byrjanin av fundinum var eitt sindur pínlig, sum hon tekur til, tí tað var býráðsformaðurin, Rodmundur Nielsen, sum einsamallur tosaði og svaraði spurningum vegna býráðið.
- Í býráðnum var Rodmundur fyri at geva Kenneth Rasmussen dansi-og skeinkiloyvi, men hann hevði eisini til uppgávu á borgarafundinum at tosa fyri tey í býráðnum, sum ikki tóku undir við hesum.
Hon sigur, at so hvørt, sum fundurin leið, og spurningar vórðu settir beinleiðis til ávísu býráðslimirnar, fingust hesir at grundgeva fyri, hví teir høvdu atkvøtt, sum teir høvdu.
- Tað, sum eg haldi er so óheppið, er, at dansi-og skeinkiloyvið verður sett upp ímóti kristindóminum. Hetta haldi eg vera ótrúliga keðiligt. Kristindómurin hevur sínar aktivitetir og fær frið at hava sítt virksemi. Dansur og skeinking er eitt heilt annað mál, og hesi viðurskifti eiga ikki at verða sett upp ímóti hvørjum øðrum.
Laura vísir á, at tað eru fleiri ungdómar, sum bæði ganga
á møti og ganga í dans, og tí er eingin meining í at seta hesi tingini upp ímóti hvørjum øðrum.
- Vit eiga at trúgva uppá og hava álit á, at ungdómurin dugir sær hógv. Krøvini til skeinking eru so strong, og karmarnir eru so væl skipaðir, at als ikki er neyðugt, at dansur og skeinking føra til ólevna.
Hon vísir á, at deyðadrukkin fólk sleppa ikki inn at drekka,
har skeinking er. Skikka tey sær ikki væl millum onnur, sleppa tey heldur ikki at vera verandi. Tú noyðist at uppføra teg sámuliga, skalt tú njóta eitt tilboð, har dansur og skeinking fer fram.

Við skeivum eygum

- Eg haldi, vit síggja hetta við skeivum eygum. Hvussu var ikki, tá ið parabolirnir komu? Tá var alt á gosi, tí nú fór ungdómurin bara at sita við hús og hyggja at pornufimlum. Í dag er parabolur næstan á hvørjum horni. Tú hyggur at tí, tú ætlar tær ? og hevur tú hug at fara í dans eitt kvøld, so fert tú tað. Hetta snýr seg um, at hvør einstakur eigur at duga sær hógv, sigur Laura Olsen, sum vísir á, at tað var Kári Thorsteinsson, sum leiddi fundin í Glyvra skúla við hepnari hond.
At enda sigur hon, at tey, sum eru fyri, at býráðið gevur dansi-og skeinkiloyvi, sjálvsagt virða, at onnur hava eina aðra meining.
- Tað er ein erlig søk at halda, at dansi-og skeinkiloyvi ikki eiga at tvinnast saman, men tað er hugstoytt, tá ið kristindómur og hesi viðurskifti verða sett upp ímóti hvørjum øðrum. Tað tænir í hvussu er ongum endamáli, sigur Laura Olsen at enda.