Gullið verður ikki latið við góðum

Fyribils er meistaraheitið trygt fram til oktober mánað, men vit ætla heilt víst at stríðast av øllum alvi, soleiðis at vit eisini í runda árinum kunnu fegnast

fótbóltur

Meistaraheitið var tryggjað undan seinasta leikdegi, og tí var tað eisini ein óvanliga róligur HB-formaður, sum leygardagin reikaði runt í HB-húsinum. Alt hóvastákið við gullveitsluni var fingið frá hondini, og eftir var bara at fáa seinasta dystin frá hondini, áðrenn gullmerkini enn einaferð skuldu handast elsta høvuðsstaðarfelagnum.

17 ella 19
Eftir at seinasti bólturin var sparkaður hetta kappingarárið, fingu vit orðið á Birgir Enghamar, og talan var sjálvandi um ein væl upplagdan formann, sum nú skuldi taka samanum árið.
- At vit nú standa sum meistarar er sjálvandi ein deilig kensla, men vit hava so eisini stríðst fyri tí. Longu við ársbyrjan ? tá vit kanska ikki vóru so stórir favorittar ? meldaðu vit út, at vit so avgjørt ikki fóru at geva gullið frá okkum við góðum. At vit fóru at stríðast til seinasta mann fyri hesum, og tíbetur eydnaðist hetta.
- Nú veit eg ikki, hvussu nógv man skal leggja í, at talan eisini er um næsta gullmerkið á rað, men tað er í øllum førum ein sannroynd, at tað bert er GÍ, sum annars hevur megnað hetta seinastu nógvu árini. Hjá okkum er tað í øllum førum 21 ár síðani, at tað hendi seinast, so tað er heilt avgjørt eisini nakað, sum vit fegnast um.
Spurdur, um talan so so eisini verður um reint hat-trick komandi ár, tá HB eisini fyllir hundrað, er formaðurin skjótur at svara, at tað í øllum førum er málið, men hann leggur so eisini afturat, at tað heilt víst ikki verður nøkur løtt uppgáva.
- Men setningurin er so tann sami. Fyribils hava vit tryggjað okkum steypið fram til oktober mánað næsta ár, og so vildi tað verið stuttligt, um vit megna at halda steypinum í húsinum alt 2004. Tað vildi í øllum førum gjørt 100 ára føðingardagin enn betri, heldur formaðurin.
Ein hundrað ára dagur, sum eftir ætlan skal haldast við ymsum tiltøkum gjøgnum alt árið. Ein nevnd er sett at taka sær av hesum, og tó at arbeiðið hjá hesum enn ikki er liðugt, so ivast Birgir ikki í, at talan verður um tiltøk, sum bæði koma at hoyrast og síggjast.
- Óg so skulu vit ikki gloyma, at vit tá eisini hava møguleikan at gerast mest vinnandi felagið í føroyskum fótbólti yvirhøvur. Her hevur KÍ havt munin, men nú hava vit so bæði 17 meistaraheiti, og so er spurningurin, hvørt nummar 18 fer at koma, sigur hann, og leggur so eina lítla søguliga viðmerking afturat.
- Hatta við 17 FM-heitum í part er sjálvandi almenna søgan, og hana mugu vit jú fyrihalda okkum til. Men í røðu í Müllers pakkhúsi segði Jógvan Arge, at tær báðar ferðirnar, at einki FM-heiti var at kappast um ? í 1933 og 1940 ? var tað HB, sum vann ta kappingina, sum kortini var, so kanska eru vit longu nú teir mest vinnandi.

Krevur sterkar leikarar
Men tað er ikki bert besta mansliðið í felagnum, sum hevur staðið seg væl í ár. Eisini yngru deildirnar togaðu nógv heiðursmerki heim til felagið, og ikki minst tykist formaðurin vera fegin um hesi.
- Tað er jú hetta, sum eigur at vera grundarlagið undir framtíðar úrslitum hjá felagnum, og í so máta haldi eg, at vit eru sera væl stillaðir. Einki er at ivast í, at 1. deild er flaggskipið hjá felagnum, men ungdómsarbeiðið eigur so avgjørt ikki at undirmetast, og við mongu gullmerkjunum her, eru góð útlit fyri, at HB eisini framyvir fer at hava ein leiklut í føroyska fótbóltsoddinum.
Hóast hetta, so leggur formaðurin tó eisini dent á, at tað neyvan verður so, at HB í framtíðini kemur at hava eitt lið, sum bert er sett saman við leikarum úr egnum røðum.
- Tað er sjálvandi ein ynskisdreymur, men tað ræður eisini um at hyggja realistiskt upp á tað heila. Kappingin í føroyskum fótbólti er í dag somikið hørð, at tað er neyðugt við einum sera sterkum hópi, um tú vilt vera í oddinum, og tá er ofta neyðugt við leikarum uttan ífrá, sum kunnu koma inn og styrkja liðið. Tað hava vit so eisini valt at gjørt, men hartil hava vit so eisini roynt at hava so nógvar av okkara egnu í hópinum sum gjørligt. Tekur tú dystin móti KÍ, so hava vit fýra blaðungar leikarar úr egnum røðum á beinkinum. Og vónin er so sjálvandi, at hesir eisini í framtíðini kunnu seta enn størri dám á liðið, men tað krevur hart arbeiði og ikki minst tol. Megna vit at fáa ein og kanska tveir nýggjar leikarar inn um árið, so kunnu vit ikki krevja nógv meira.
Í hesum sambandi slepst ikki undan at spyrja formannin, hvørt tað ikki var ein smeitur, at næst besta liðið ikki megnaði at vinna seg upp aftur í aðru deild, og hetta er eisini nakað, sum tykist harma formannin.
- Ikki minst tí vit væl kundu havt enn ein møguleika her. Vit gjørdu tó eitt mistak, soleiðis at vit taptu ein dyst á skrivaraborðinum, men tað fáa vit ikki gjørt meira við. Eg kann bara sláa fast, at tað ikki var gjørt við tí fyri eyga at fáa okkum ein órættvísan fyrimun.

Vilja altíð betra seg
Verður tosað um framtíðina, og kanska serliga komandi ár, so tykist tað á ongan hátt soleiðis, at teir í HB eru mettir av sigrum.
Formaðurin sigur eisini alt fyri eitt, at málið altíð má vera at betra seg, men reint úrslitaliga verður hetta kanska trupult komandi ár.
- Men fyri tað eru aðrir lutir, har vit heilt víst kunnu gera eitt størri arbeiði. Eitt nú hava vit eitt ynski um, at talent-venjingin í felagnum verður enn meira málrættað, eins og málmansvenjing í øllum deildum er nakað, sum liggur okkum at hjarta. Tað eru í øllum førum lutir, sum vit royna at betra um.
- Og á besta mansliðnum vilja vit sum sagt halda fast um gullið. Enn eru allir lutir ikki avgreiddir, men ynskið er í øllum førum, at hópurin frá í ár skal haldast intaktur, og venjaraspurningurin er so nakað, sum vit í løtuni arbeiða við.
- Og lat meg so at enda lata eina serstaka tøkk til stuðlarnar hjá okkum. Her hava tað kanska verið sponsorarnir hjá fyrstu deild, sum hava verið mest sjónligir, men týdningurin av øllum hinum stuðlunum eigur á ongan hátt at undirmetast. Uttan hesar hevði tað arbeiðið, sum verður gjørt í felagnum, als ikki verið gjørligt, og tí eru góðu úrslitini hjá okkum eisini hesum fyri at takka, sigur Birgir Enghamar at enda.