Joen Jacob Andreasen, tøknileiðari, Edvard Petersen, nýútbúgvin húsavørður og Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu

Edvard útlærdur húsavørður

Undir útbúgvingini verður eitt nú lært um viðlíkahald av bygningum, at gera smærri umvælingar og at samstarva við handverkarar í samband við størri uppgávur og annað

 

Joen Jacob Andreasen, tøknileiðari, Edvard Petersen, nýútbúgvin húsavørður og Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu

Mánadagin hin 18. august fekk Edvard Petersen handað lærubræv, nú hann er útlærdur húsavørður.

 

Hann hevur verið í læru hjá Kvívíkar kommunu, og í sambandi við, at hann nú er liðugur, var lítil hátíðarløta saman við starvsfeløgum á kommunuskrivstovuni.

 

- Útbúgvingin sum húsavørður er ein sera fjølbroytt útbúgving, har tú fært grundleggjandi vitan um umsiting av hita- og ventilatiónsskipanum og el- og vatnveitingum.

 

Í Kvívíkar kommunu vísa tey á, at undir útbúgvingini verður lært um viðlíkahald av bygningum, at gera smærri umvælingar og at samstarva við handverkarar í samband við størri uppgávur og mangt annað.

 

- Vit ynskja Edvardi hjartaliga tillukku við útbúgvingini og blíðan byr á yrkisleiðini, siga tey í kommununi.

 

Lagt verður aftrat, at Edvard Petersen heldur fram sum húsavørður hjá Kvívíkar kommunu.

 

Joen Jacob Andreasen, tøknileiðari, Edvard Petersen, nýútbúgvin húsavørður og Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu