Guðrið Hansdóttir var tilnevnd til tríggjar Planet virðislønir, og tað eydnaðist henni at vinna eina av teimum.
Tað var virðislønin sum Ársins songkvinna, og Guðrið var næstan kløkk av at fáa heiðurin, sum hon hevði roknað við, at Eivør skuldi vinna triðja árið á rað.
Men Guðrið hevur verið sera sjónlig í føroyskum tóinleiki farna ári. Hennara fyrsta útgáva hevur verið nógv spæld, og við nógvum framførslum hevur Guðrið av álvara vunnið fram á tónleikapallinum.
Í tilnevningini skrivaði Niels Uni Dam, at ”Á Love Is Dead sleppa vit endiliga at uppliva góðu lagskrivingina og eyðkendu røddina hjá Guðrið Hansdóttir á fløgu.
Guðrið hevur á fløguni savnað ein bólk, ið gevur løgunum hjá henni júst tað skap, ið hon imyndaði sær, at tey skuldu hava. Fløgan er í stóran mun borðin av góðu melodiiunum frálíku songrøddini og sorgblídni. Hetta er beinrakin poppur, ið hevur vunnið hjørtuni á føroyingum. Á 15 teimum bestu hevur Guðrið gingið sína sigursgongd við fleiri løgum, og fløgan umboðar størsta gjøgnumbrot á føroyska tónleikapallinum í ár.”