Í Fregnum 26. mars vóru tvær langar samrøður við Finnboga Joensen í Vestmanna undir yvirskriftini Grønt biogass. Har verður millum annað greitt frá ætlanunum um at gera eitt biogassverk á Sundi, sum kann taka ímóti 5000 tonsum av mykju og 5000 tonsum av slógvi. Harafturat er ætlanin, at verkið eisini skal taka ímóti lívrunnum burturkasti frá húsarhaldum og hvalarovum eftir grindadráp.
Sambært blaðnum er drívmegi Finnboga Joensens at fara undir hesa stóru verkætlan, at brennistøðir dálka tvífalt, tí tær brúka olju til at brenna vætu og sostatt lata tær tvífalda nøgd av koltvíiltu upp í loft, meðan biogassið ikki ávirkar koltvíiltujavnvágina. Nógv væta er í lívrunnum burturkasti, sum matleivdum og tílíkum, og Finnbogi javnsetir brenning av lívrunnum burturkasti við brenning av vætu.
Eg má siga, at eg havi stóra virðing fyri tí ótroyttandi eldhuga og tí arbeiði, Finnbogi ger umhvørvinum at frama, serliga innan skúlagátt og í Lokal Agenda 21 líknandi virksemi. Men tað harmar, at Finnbogi Joensen framvegis førir fram skeivleikar, sum hann fyri árum síðani hevur fingið at vita, ikki eru í tráð við veruleikan. Hugsi millum annað um uppáhaldini, at neyðugt er at brúka stórar nøgdir av olju til at brenna burturkast á brennustøðunum og at kompostering stórt sæð er tað sama sum at fordampa vætuna í lívrunnað tilfarinum.
Eg skal ikki á nakran hátt gera meg serkønan í viðgerð av lívrunnum tilfari ella burturkasti, men eg haldi tað er vert at gera ein samandrátt um tað. Evnið er stórt, so tað sum her verður sagt, er mest at líkna við eina lítla flagveltu í einum stórum teigalendi.
Lívrunnið tilfar
Lívrunnið burturkast stavar frá plantum ella djórum. Plantur gera kolvætuevni burtur úr koltvíiltu, vatni og sólarorku. Lítið er av kolvætu í djórum, men heldur eggjahvítaevni og fiti, hóast nógv djór liva av plantutilfari. Ein stórur partur av plantunum verður aftur til koltvíiltu og vatn, tá kolvætan fer ígjøgnum djórakroppin. Tá djórakroppar rotna, verða teir í stóran mun aftur til koltvíiltu og vatn. Av mold er tú komin og til mold skalt tú aftur verða ella í aðrari vending, av koltvíiltu ert tú komin og til koltvíiltu skalt tú aftur verða. Soleiðis er lívrunna ringrásin.
Kompostering
Lívrunnið burturkast, húsarhaldsleivdir ella lívrunnar leivdir kunnu viðgerast á ymsar mátar. Tað einfaldasta er at kompostera smáar nøgdir í garðinum ella í kompostíløtum við hús. Til ber eisini at savnað lívrunnið tilfar frá húsarhaldi og matstovum saman og viðgera tað í stórum komposteringskipanum saman við urtagarðstilfari og øðrum.
Í sambandi við kompostering verður ein partur av turrevninum í tilfarinum brotið niður og guvar burtur sum vatn og koltvíilta. Tilfarið lætnar umleið 60%. Tað sum eftir er, kann brúkast til ymisk endamál, t.d. at leggja um trøð í garðinum ella til at blandað upp í mold. Treytin er, at tilfarið gongur undir hámarksvirðini frá myndugleikunum fyri tungmetalir og onnur dálkandi evni.
Í Føroyum eru okkurt um 5.000 tons av lívrunnum burturkasti frá húsarhaldum. Um alt varð komposterað, guvaðu eini 1.100 tons av koltvíiltu upp í loft og eini 2.000 tons av komposti høvdu verið at lagt í urtagarðar, plantasjur og veltir um árið.
Biogassverk
Ein meira teknologisk framferð er at gera biogass burtur úr lívrunnum burturkasti. Tilfarið verður rotað uttan súrevni í einari fløktari smáveruskipan. Úrslitið er eitt blandings-gass, har umleið 2/3 eru metan og 1/3 er koltvíilta, men stór frávik eru. Harafturat eru 1-2% av svávulbrintu og nakað av ammoniakki í gassinum. Neyðugt er at reinsa gassið fyri svávulbrintu og ammoinak. Brennivirðið á einum rúmmetri av blandingsbiogassi svarar til okkurt um 0,6 litrar av olju.
Flottøð geva lítið av biogassið. Verður fiti blandað uppí, fæst munandi meira av gassi burturúr. Verður biogass gjørt burtur úr lívrunnum húsarhaldsruski, ídnaðar-burturkasti og mykju í lutfallinum 1:1:8, verður umleið 20% av tilfarinum til biogass, og umleið 20% er ymiskt fráskilt tilfar, sum antin skal brennast ella tyrvast og 60% skulu sendast aftur til bøndurnar sum flótandi tøð. Her eru helst møguleikar fyri optimaliseringum. Treytin fyri at nýta viðgjørda tilfarið sum tøð er, at tilfarið gongur undir hámarksvirðini frá myndugleikunum fyri tungmetalir og onnur dálkandi evni.
Varð alt lívrunnið húsarhaldsrusk í Føroyum sent ígjøgnum eitt biogassverk eftir hesum leistinum, varð ruskið blandað upp í 40.000 tons av flottøðum og 5.000 tons av lívrunnum ídnaðarburturkasti. Tað merkir, at 50.000 tons skulu koyrast til eitt biogassverk og 40.000 tons skulu koyrast frá verkinum aftur. Soleiðis skulu 90.000 tons flytast fyri at gera 10.000 tons av flottøðum og burturkasti um til biogass. Í Føroyum eru okkurt um 30.000 m3 av flottøðum. Umframt tøð fáast í alt einir 1,6 mió. m3 av gassi burturúr, svarandi til einar 1000 m3 av olju.
Um biogassið er nóg reint, kann tað brúkast sum eitthvørt annað brennievni. Tá metan verður brent, verður tað til koltvíiltu og vatn, men av tí at metanið er av lívrunnum uppruna, verður koltvíiltan roknað fyri at vera uttan ávirkan á koltvíiltujavnvágina (nevtralt).
Brennistøðir
Uppaftur meira teknisk verður viðgerðin, tá lívrunnið tilfar skal brennast á eini brennistøð. Nógv ymiskt lívrunnið burturkast kemur á brennistøðirnar, so sum matleivdir, deyður fiskur, botnfellingarevju, innvølur av seyði, skinn, urtagarðstilfar, timbur, spønplátur, skiti ella vátt pappír og papp og tíverri eisini reint og gott pappír og papp. Hetta verður blandað saman við plastburtur-kasti av øllum handa slag, fýrt í ovnin og brent við umleið 1050 hitastigum. Soleiðis sum blandingin er og helst verður leingi afturat, er als ikki neyðug at spræna olju inn í ovnin til at halda lív hesum bálinum. Brennistøðin brúkar 12-15.000 litrar av olju um árið, svarandi til eini 5 sethús. Oljan verður brúkt, tað ovnurin verður umvældur.
Eins og við kompostering ella biogassgerð, kemur nógv koltvíilta burturúr brenningini, men av tí at ein heilt stórur partur av tilfarinum er av lívrunnum uppruna, er eisini ein heilt stórur partur av koltvíiltuútlátinum uttan ávirkan á koltvíiltujavnvágina ella nevtralt. Sostatt er ein stórur partur av hitaorkuni frá brennistøðunum grøn í mun til koltvíiltuútlát. Við nýggju roykreinsiskipanunum verður hon enn grønari.
Tilsaman framleiða báðar tær føroysku brennistøðirnar eina orkunøgd, sum svarar til eini 6.000 tons av olju um árið. Brennistøðin á Hjalla letur meginpartin av síni orku til sethús í Hoyvíkshaganum, meðan IRF hevur gjørt avtalu við Høvdavirkið í Leirvík um at gagnnýta 80% av hitaorkuni frá Brennistøðini á Hagaleiti.
Í vekt minkar nøgdin av burturkasti, sum fer ígjøgnum eina brennistøð við meiri enn 80% og í rúmd við meiri enn 95%. Í mun til kompostering ella biogassgerð verður so at siga øll orkan tikin úr burturkastinum í einum taki og lítið er tí eftir til aðra nýtslu. Í okkara grannalondum hevur øskan frá brennistøðunum í stóran mun brúkt til ymisk byggiarbeiði, men tað hevur ikki latið seg gjørt í Føroyum higartil.
Húsarhaldsrusk og biogass
IRF kannaði fyri tveimum árum síðani møguleikan fyri at viðgera deyðan alifisk, landbúnaðarburturkast og annað lívrunnið burturkast øðrvísi enn at brenna tað. Ein møguleiki var at turka malnan deyðan alifisk, rottangaevju og annað vátt lívrunnið burturkast frá alivinnuni við hita frá brennistøðini, og síðani brúka tað til tøð í landbúnaðinum.
Niðurstøðan við støði í heilsufrøðiligu avtaluni millum Føroyar og ES var, at tað bert var møguligt at brúka hetta tilfarið til tøð, um at tað var velt upp í mold í mun til tøðvirðið. Av tí at lítið verður velt í Føroyum, varð ikki hildið, at tað var ráðiligt at gera meira við hesa verkætlanina.
Um somu reglur eru galdandi fyri alislógv, sum verður blandað upp í flottøð á einum biogassverkið, veit eg ikki, men eg hevði væntað tað.
Miljøstyrelsen í Danmark kunngjørdi í fjør eina kanning, har teir mettu um, hvørt tað loysti seg samfelags-búskaparliga at gera biogass burtur úr lívrunnum húsarhaldsruski. Niðurstøðan var, at kompostskipanir og biogassverk eru bíligari at reka enn brennistøðir, men at ruskinnsavning og flutningur verður ov dýrt, tí neyðugt er at hava eina serstaka innsavningarskipan fyri tað lívrunnað burturkastið frá húsarhaldum.
Sum er verður lívrunnað burturkastið savnað saman við øðrum, sum skal brennast, og orkan, sum kemur burturúr, verður gagnnýtt. Minni enn 2 % av lívrunna húsar-haldruskinum í Danmark fór ígjøgnum biogassverk í 2001. Útlitini eru ikki góð, tí biogassverkini fáa ikki tað burturúr, sum varð væntað, og biogassskipanir eru steðgaðar ella hanga í einum tunnum tráði.
Framleiðsla av gassi burtur úr flottøðum og lívrunnum ídnaðartilfarið, so sum laksainnvølum, er møguliga eitt gott hugskot, serliga um avlopstilfarið verður nýtt til taðing, men tá ruskviðgerðin í Føroyum líkist sera nógv tí donsku, eigur ein kanning at verða gjørd um hesi viðurskifti saman við landi og kommunum, áðrenn farið verður undir serstaka innsavning av lívrunnum burturkasti frá øllum húsarhaldum í Føroyum til biogassverk.