So illa gongur hjá IRF, at teir nú verða noyddir til at siga sjey fólkum úr starvi. Tað starvast 70 fólk hjá felagsskapinum, so talan er um heili 10 prosent av arbeiðsfólkunum.
? Vit hava gjørt innanhýsiskanningar og aðrar kanningar, og hugt og kannað eftir, hvar tað ber til hjá okkum at rationalisera og spara, men vit verða tíverri noydd til at siga fólkunum úr starvi, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF.
Hann sigur, at tað hevur verið greitt í fleiri ár, at um IRF ikki fekk fleiri pengar, so koma teir at vanta í framtíðini. Og nú sær tað út til, at felagsskapurin hevur rent seg inn í ein múr.
Talan er um fýra fólk í ruskinnsavningini, eitt fólk á verkstaðnum og tvey í rotingarskipanini.
Uppsagnirnar koma at spara felagsskapinum um hálva aðru millión í ár, men uppá sikt væntar stjórin, at teir fara at spara tvær milliónir um árið.
Alt roynt
? Allar aðrir møguleikar eru kannaðir, men hetta er nakað, vit eru noydd at gera, um brennistøðin skal drívast effektivt.
Ein av orsøkunum til mongu sparingarnar hjá IRF er, at nýggju krøvini um umhvørvisgóðkenning eru so mikið strong, at ein íløga uppá einar 15-30 milliónir krónur liggur bert tvey ár burturi. Byrjað verður longu í ár uppá tilrættisleggingarnar, og tað fer at kosta eini seks til sjey milliónir krónur. Her verður sipað til umbyggingar, soleiðis at IRF lýkur krøvini í umhvørvisgóðkenningini, og hetta arbeiðið byrjar helst í 2005, men tilrættisleggingarnar byrja longu í mars mánaði í ár.
? Vit hava sagt fyrr, at samfelagsgongdin er jøvn við rusknøgdirnar. Nú hava vit minkandi rusknøgdir, og tað er minni at gera.
Umframt at siga fólkum upp, so verða eisini tveir bilar settir innan heilt langa tíð. Haraftur er neyðugt at slaka uppá aðrar íløgur sum til dømis at keypa nýggjar bilar og bingjur.
Poul Andrias Mohr sigur, at sparingarnar uppsagnirnar føra við sær, eru verri enn so ikki nóg mikið. Tí skal sparast aðrastaðni eisini, slakast uppá íløgur, og hann væntar eisini, at tá stóra íløgan verður gjørd um tvey ár, so verða teir eisini noyddir at lána pening.
Samlaða skuldin hjá 15 ára gamla IRF er í dag 85 milliónir krónur.