Gongur illa hjá Leiftri


 



Einasta felagið í Íslandi við føroyskum spælara á liðnum liggur nú í botninum í næstbestu deildini.

Talan er um Leiftur, har Jens Erik Rasmussen er millum spælararnar, og har fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Páll Guðlaugsson, er venjari.

Leiftur flutti úr bestu deildini í fjør, tá fleiri aðrir føroyskir spælarar vóru í felagnum. Nú spælir felagið í næstbestu deildini, men tað verður ikki næsta ár, at felagið verður aftur í Landssimadeildini.

Leiftur hevur eftir 10 dystir vunnið sær 10 stig, men tað røkkur ikki til longur enn triðaftasta plássið í deildini. Dalvík, sum er næstniðast, hevur sjey stig, og um Leiftur dumpar eitt pláss afturat, so rýkur felagið eina deild longur niður.

Næsti dystur hjá Leiftri er fríggjakvøldið ímóti Drátti, sum liggur á fjórða plássi.