Leygarkvøldið verður Gizmo aftur at hoyra á Skarv, har bólkurin spældi sín fyrsta dans, eftir at bólkurin var stovnaður í apríl í ár Gizmo setti veruliga lív í seinast teir spældu har, og tað at bólkurin nú hevur spælt saman í 5 mánaðar kann bara gera, at fólk fáa eitt enn betri kvøld hesaferð.
Gizmo er mannaður av føroyskum útisetum í Keypmannahavn. Leygarkvøldið skulu teir so spæla til dans á Skarv. Teir fýra tónleikararnir hava hvør í sínum lag sett sín dám á føroyska tónleikapallin seinastu nógvu árini, og hava stovnað Gizmo, tí teir meta at tað mangla góðir føroyskir dansibólkar. Í Gizmo eru: Esben Jacobsen, kendur úr ólavsøkukabarettini, og fyri sítt vælsvingandi lag ?Tjúkkir dreingir?. Sveinur Dam, ið hevur spælt við Høgna Reistrup, Take Off og Lawets. Ísak Sambleben úr Páll Finnur Páll og Høgna Reistrup. Rúni Mouritsen, betri kendur sum vælgroovandi trummuspælarin í Reverends og Høgna Reistrup. Gizmo spælir feitan popp tónleik, tá hann er bestur. Tónleikaskráin er ein breið røð av dansivinarligum sangum, ið røkka líka frá góðum gomlum slagarum og heilt fram til tey feskastu hittini í dag.
Fríggjakvøldið spælir Terry Finch á Skarv. Hann hevur í nógv undirhildið í náttarlívinum á millum annað The Dubliners, og plagar at seta lív í við sínum lívliga dansitónleiki.