Líka síðani Heimið í Vallalíð varð tikið í nýtslu í 2005, hava starvsfólk spælt sær við tankanum um at byggja ein sansagarð, so tey gomlu, sum hava fingið demens, kunnu stimbra sínar sansir.
Paula Sørensen, sum er ítrivsleiðari á heiminum, hevur gjørt nógvar kanningar hesum viðvíkjandi og hevur eitt nú verið eina kanningarferð í Danmark fyri at síggja, hvussu ein sansagarður har er uppbygdur.
Síðani er tekning gjørd, og í einum samstarvi við umsitingina er endaliga tekningin av nýggja garðinum so gjørd.
Halldis Joensen, leiðari á heiminum í Vallalíð, sigur, at frá tí at avgerð varð tikin um at byggja sansagarðin og til arbeiðið nú er liðugt, hevur gingið eitt ár.
Men fríggjadagin varð so garðurin alment tikin í nýtslu við eitt hátíðarhald á heiminum.
Paula Sørensen hevur verið eitt slag av primus motor í verkætlanini, og í røðu, sum hon helt á hátíðarhaldinum fríggjadagin greiddi hon frá, hvat ein sansagarður er.
- Tað liggur í orðinum. Allir fimm sansir, sjón, hoyrn, smakkur, luktur og følisansur verða stimbraðir. Her eru gøtur oman og niðan. Vit koma framvið og síggja nógvar litir, ganga longur og koma til rennandi vatn. Longri niðri eru plantur, sum geva lukt og upp aftur longri niðri eru urtir, sum geva smakk, segði Paula Sørensen.
Barnavinarligt
Í upprunaligu ætlanini skuldi garðurin bert verða ein grasvøllur, men starvsfólkið hugsaði sum so, at hvat skulu tey gomlu nýta ein grasvøll til. Og tí spratt tankin um ein sansagarð.
Eisini verður stórur dentur lagdur á eitt ríkt djóralív, og umframt hundin, Bill, eru bæði hønur, høsnarungar og eitt lítið gimburlamb at finna á heiminum.
- Vit leggja stóran dent á, at menniskju og dýr skulu liva saman og njóta gott av hvørjum øðrum, sigur Halldis Joensen, leiðari.
Tey hava bæði eplaveltu, rótakál, gularøtur og rabarbur, og alt er plantað og sett niður í mjadnahædd, so tey gomlu kunnu standa uppreist, tá tey taka upp eplir og røtur.
Eisini er bygd ein nýggj terrassa, so tey kunnu fanga vesturskynið og hugna sær í tí.
- Vit royna eisini at flyta okkum frá gamla yvir í nýggju ellisheims mentanina, við barnavinarligum umhvørvi, sigur Halldis Joensen.