Húsagangur
Tað var við stórum vónum, at Jákup Olsen í Vági, Eyðun Johannesen á Tvøroyri, og onnur, seinasta summar keypti rækjutrolaran Hvannaberg úr Íslandi.
Men sigast kann ikki, at vónirnar hava hildið, tí nú er Hvannaberg longu farin á heysin og sostatt er fyrsti rækjutrolarin farin undir hamaran.
Tað er norski bankin, Finansbanken, sum fíggjar Havnnaberg, ið nú hevur kravt hann seldan á tvingsilssølu. Nær tað verður, er ikki greitt, men rættarfundur verður seinni í hesum mánaðinum.
Hvannaberg hevur ligið við bryggju í Havn, síðani hann kom aftur av einum fullkomiliga miseydnaðum túri í Barentshavinum og nú er tað so greitt, at hann loysir ikki aftur, fyrrenn hann hevur ligið undir hamaranum.
? Vit skuldu betala 1,5 millión í rentum og avdráttum hálvan februar, men bankin var hvørki til at høgga ella stinga í. Hann vildi ikki hoyra talan um at útseta gjaldið og kravdi tí bátin undir hamaran, sigur Jákup Olsen.
Rækjutrolarin kostaði annars ikki meiri enn 14 milliónir at keypa og tí søgdu eigararnir tá ið hann kom, at tað skuldi ganga óvanliga illa, skuldi tað ikki eydnast at fáa hann at bera seg.
Men tað hevur eisini gingið óvanliga illa og báturin fekk so vánaliga byrjan, sum hugsast kundi.
? Fyrst gekk tað fýra mánaðir frá tí at vit keyptu bátin mars, til hann slapp til fiskiskap fyri skipasýni og øðrum pappírum, ið skuldi útvegast. Norski bankin,sum seldi bátin, kravdi hann á skipasmiðju í Skagen og tað mundi ikki blivið liðugt og tískil slapp hann ikki til fiskiskap, fyrenn í august. Sostatt fall fyrsti avdrátturin longu áðrenn hann slapp til fiskiskap og hevði fovunnið eitt oyra.
? Men harafturat miseydnaðist fiskiskapurin fullkomiliga, tí hann fiskaði ikki fyri meiri enn 2,7 milliónir í fjør.
Fyrst lá hann leingi við kei við skaða og tá ið hann slapp útaftur, fekk hann ikki fiskað fyri ísi og vánaligum veðri.
Heimaftur komin fyri jól, vóru trupulleikar við motorinum, og í tí sambandinum setti skipasýnið krøv til ymsar umvælingur, sum nú eru gjørdar á Tórshavnar Skipasmiðju.
?Sostatt var tað ein samanrenning av vánaligum líkindum , maskinskaða, vánaligum rækjuprísi seinføri hjá almennum myndugleika og einum banka, sum hvørki var til at høgga ella stinga í, sum gjørdi, at fíggjarliga grundarlagið varð tikið undan bátinum.
? So tá ið rentur og avdráttir aftur fullu nú hálvan februar, vóru ongir pengar at gjalda við og sostatt var bara ein vegur og tað var beint undir hamaran, sigur Jákup Olsen.
Vónar at vágbingar liggja framvið
Jákup Olsen harmast um, at báturin skuldi fara. Sjálvir ivast hann í um gomlu eigararnir fara at royna at fáa bátin aftur.
Men hann vónar, at vágbingar, ella aðrir suðuroyingar, fara at liggja framvið.
? Nú er Hvannaberg í sera góðum standi, tí nú er maskina og alt tikið í botn og umvælt, so nú er talan í hvussu so er um eitt gott skip, sum kundi loyst til fiskiskap í morgin, um so skuldi verið.
? Somuleiðis hevur hann víst í illveðri, at hann eisini er sera sjógott skip.
?Tað hevði verið harmiligt, skuldi hann farið av landinum aftur, tí nú haldi eg, at hann man vera frægasti djúpvatnstrolari, sum er í landinum.
? Somuleiðis hevur hann tannfyrimun framum aðrar djúpvatnstrolarar, at hann hevur frystilast, so hann kundi eisini fiska rækjur ein part av árinum.
Hann vísir eisini á, at vágbingar eiga eitt fiskiloyvi til djúpvatnsfisk, sum Sancy hevði. Avtalað er gjørd við teir, sum áttu Sancy um at knýta kvotuna at Hvannaberg og tað hevur Landsstýrið góðkent.
? Sostatt er talan um ein bát við nógvum møguleikum, sigur Jákup Olsen.
Umframt djúpvatnsloyvi hjá Sancy, hava eisini hvalbingar eitt fiskiloyvi til djúpt vatn, sum ikki er í brúki og Jákup Olsen vónar í hvussu so er, at báturin verður verandi í oynni.
? Er tað onkur, sum leitar eftir einum trolara, kundi hetta verið ein skjót og góð loysn, sigur Jákup Olsen.