Føroyingar brúka minni upp á fyristing, heilsumál og almannamál enn danir, um útreiðslunar hjá tí almenna verða roknaðar út sum útreiðslur fyri hvønn íbúgva. Tað gongur fram í nýggjastu uppgerðini hjá Hagstovuni, sum tó er fyri árið 2008, og sostatt ikki enn vísir gongdina í fjør, men fyri tveimum árum síðani.
Í 2008 brúktu vit 19.912 krónur upp á heilsumál fyri hvønn føroying, meðan talið í Danmark var 24.234 krónur fyri íbúgvan.
Eisini í almannamálum brúktu vit minni. 52.915 krónur fyri hvønn føroying, móti 70.567 krónur fyri hvønn danskan íbúgva.
Ofta verður havt á munni, at tann føroyska fyrisitingin er alt ov stór. Men sambært tølunum hjá Hagstovuni brúktu vit í 2008 15.864 krónur fyri hvønn føroying upp á aðalfyrisiting, meðan tað í Danmark vórðu nýttar 22.360 krónur fyri hvønn íbúgva upp á hetta.
Hinvegin vóru vit nógv dýrari fyri hvønn íbúgva, tá tað snýr seg um vinnumál. Meðan danska stjórnin pungaði út við 8.975 krónum til vinnuna fyri hvønn íbúgva, var føroyska útreiðslan til vinnumál heilar 22.475 krónur fyri hvønn íbúgva, ella næstan tríggjar ferðir so nógv sum hjá dønum.
Eisini føroyska skúlaverkið var eitt vet dýrari fyri hvønn íbúgva enn tað danska. Meðan skúlaverkið í 2008 kostaði hvørjum dana 21.882 krónur, kostaði skúlaverkið hvørjum føroyingi 27.325 krónur.
Tilsamans vóru almennu útreiðslurnar í Føroyum 151.027 krónur fyri hvønn føroying, meðan almennu donsku útreiðslurnar vóru 158.345 krónur fyri hvønn dana, ella góðar 7.318 krónur meira.