Arbeitt verður við at leggja rør til fjarhita í Pilestræde í Keypmannahavn, har kenda føroyska barrin Skarv eisini liggur.
Meðan grivið varð, varð komið fram á beinagrind av manni.
Men ongin orsøk er at vera bilsin av hesum, veit danska tv2 at siga.
Í Keypmannahavn hava fleiri kirkjugarðar verið, og júst á hesi leiðini hevur kirkjugarður verið, ið var í nýtslu frá ár 1650 til umleið ár 1800.
Hetta vita tey á Københavns Museum, og tí hava tey eisini fylgt við arbeiðinum at leggja fjarhita, Upplýst verður, at higartil eru eini 60 beinagrindir funnar.










