Næmingar í 1. flokki á læraraskúlanum vilja fegnir hava hilling á, hvat føroyingar halda um Hvítubók og fullveldisætlanina. Í hesum sambandi skipa teir fyri stórum orðaskifti í læraraskúlahøllini týsdagin 21. september klokkan 10.00.
Tað hevur eydnast næmingunum at fingið allar flokkarnar á Tingi at luttaka í tiltakinum. Umboðini við pallborðið verða hesi:
Høgni Hoydal, Tjóðveldisflokkurin
Óli Breckmann, Fólkaflokkurin
Jóannes Eidesgarrd, Javnaðarflokkurin
Edmund Joensen, Sambandsflokkurin
Helena Dam á Neystabø, Sjálvstýrisflokkurin
Bill Justinussen, Miðflokkurin
Orðstýrari verður samfelagsfrøðingurin, Jóannes Hansen.
Á fyrsta sinni síðan Hvítabók varð almannakunngjørd hava politisku flokkarnir fingið høvi at savnast í orðaskifti um framtíðarstøðu landsins, og lagt er upp til ein sera spennandi fund.
Hildið verður, at talan er um onki minni enn byrjanina til politiska stríðið um at vinna tokka veljarans í spurninginum um, hvat skap føroyskt sjálvbjargni eigur at fáa. Allir teir føroysku fjølmiðlarnir hava fingið fráboðan um fundin, og væntandi verður nógv gjørt burturúr.