Ein tann størsti spurningurin undan dystinum móti Sveis var, um Allan Simonsen fór at hava ein ella tveir mans á toppinum.
Endaliga støðan gjørdist, at talan bert var um ein áleypara, og fleiri eru av teirra áskoðan, at hetta var skeivt.
Sjálvur helt venjarin tó ikki, at talan her var um eina skeiva avgerð, og orsøkirnar til avgerðina vóru eisini fleiri.
- Vit hava jú áður spælt við bæði einum og tveimum áleyparum, og hvønn møguleika man velur, vil so sjálvandi verða mett um til hvønn einstakan dyst.
- Í hesum føri roknaðu vit fyri vist, at teir fóru at spæla við tveimum ella nærum trimum áleyparum, og tað gjørdu teir eisini, tí Sesa, sum spældi høgru megin á miðvøllinum, var sera framrættaður. Tað gjørdi so, at vit høvdu tørv á einum eyka verjuleikara, ella verjukendum miðvallara, og har valdi eg so at geva Johan møguleikan. Eg haldi eisini, at hann hevði uppiborið møguleikan, samstundis sum eg eisini fegin vildi síggja hann í hesum leiklutinum.
- Harumframt høvdu vit eisini sæð dystin millum Russland og Sveis, har Russland stóð sera væl við einum áleypara, tí teir tá fingu fult tamarhald á miðvøllinum.
Í so máta hevur venjarin rætt í, at føroyska liðið á pappírinum gjørdist sterkari á miðvøllinum. Trupulleikin var tó, at tað ongantíð eydnaðist okkara monnum at fáa nyttu úr yvirtalinum.
- Triðja orsøkin var so, at Todi ikki var tøkur, og at hetta sjálvandi viðførdi, at álop okkara ikki var so sterkt, sum tað onkran dyst hevur verið.
Fullu ov langt aftur
Allan Simonsen vísti tó á, at tað, at hann hevði valt at spæla við einum áleypara, als ikki merkti, at føroyska liðið skuldi leggja seg so langt aftur á vøllin, sum teir gjørdu.
- Ætlanin var, at vit skuldu spæla okkara spæl á miðvøllinum, haðani Julian so skuldi royna at gera nakrar av sínum longu renningum niðan í álopið.
- At byrja við riggar hetta eisini, og vit fáa jú eisini eina dreymabyrjan, tá John skorar. Tað sum tá hendi varð, at vit løgdu okkum alt ov langt aftur á vøllin, soleiðis at vit ikki fingu spælt bóltin niðan. Tað merkti eisini, at vit als ikki komu niðan at pressa teirra miðvallarleikarar, og tað verður tú eisini revsaður fyri.
- Tað hevur eisini nakað at gera við tað, sum fyriferst í høvdunum á leikarunum, tí frá teirri løtu, at vit koma á odda, verður bert hugsað um verjuspæl.
At talan var um ein kollektivan niðurtúr, var venjarin eisini partvíst samdur í.
- Tað er kanska eitt sindur ringt at siga, men tað var eins og spælararnir ikki vóru nóg fokuseraðir til uppgávuna. Tá tú gert trý brotsspørk í einum dysti, er okkurt heilt galið, og eisini tá teir fáa fyrsta málið sova vit í verjuni. Tú kanst jú sammeta hetta við dystin móti Slovenia, har allir mans stríddust saman í 90 minuttir. Tað hendi ikki hesu ferð, og tað hongur kanska eisini saman við, at nakrir av leikarunum tykjast heldur slitnir, eftir eitt langt og strævið kappingarár.
Gongdin er positiv
Eitt, sum eisini tóktist merkisvert, var, at føroyingar at kalla dekkaðu mann til mann um allan vøllin. Eitt nú hevði Allan Mørkøre stórar trupulleikar í síðuni, tí hann alla tíðina varð drigin inn í vøllin av mótstøðumanninum. Nakað sum viðførdi stór hol í verjupartinum.
Til hetta segði Allan Simonsen, at uppleggið til dystin, var, at Allan og Sámal skuldu verja fyri í høgra borðið. Sum so var eg líka glaður um, hvør tók bakkin, tá hann so kom framvið, bara hann varð tikin.
- Móti russum kom bakkurin hjá teimum sjáldan framvið, og tí ætlaði eg eisini, at so leingi hann ikki kom, skuldi Allan eisini hjálpa til inni á miðvøllinum. Talan er sostatt um sama trupulleika, sum eg nevndi áður, tí vit fingu ongantíð fatur á teirra miðvallaranum.
- Tað er bara soleiðis hjá okkum, at vit ikki hava ráð til, at onkrir spælarar ikki spæla upp til sítt besta. Skulu vit hava góð úrslit, er altíð neyðugt at allir mans eru 100% til reiðar, og tað vóru teir so ikki hesu ferð. Seinasta dømið um hetta er helst dysturin móti Jugoslavia, sum vit spældu á heimavølli. Tá vóru vit illa skipaðir, og vit taptu eisini stórt.
- Eg eri tó sannførdur um, at positiva gongdin, sum vit hava hildið seinnu árini, framvegis stendur við. Av og á fáa vit okkurt bakkast, men samanumtikið er talan um eina positiva gongd. Tað skerst tó ikki burtur, at talan er um ein keðiligan enda á kappingarárinum, men tað skal eisini leggjast afturat, at sum dysturin leygardagin lagaði seg, eri eg fegin um, at vit ikki skulu til Jugoslavia at spæla mikudagin.
- Lat meg bara siga at enda, at hóast hetta, so hava vit ikki á nakran hátt mist trúnna á egna mátt okkara. Vit vita, hvørjum vit standa fyri, men av og á koma onkur bakkøst, og soleiðis vil tað altíð vera, segði Allan Simonsen at enda.