Fuglfirðingar eru ovurfegnir um sigurin

(Rás2) Hoyr annan av málskjúttunum hjá ÍF, Dánjal á Lakjuni seta orð á kensluna loksins at vinna aftur

- Hetta kennist ótrúliga væl. Hetta er nakað vit hava arbeitt fyri ógvuliga leingi, og endiliga koppaði tað okkara veg. Orðini eigur Dánjal á Lakjuni, sum skoraði til 1-1, tá ÍF fyrr í kvøld vann 2-1 á HB, og vann sín fyrsta dyst síðani 2. umfar í landskappingini, tá ÍF vann 3-1 á EB/Streymi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Dánjal á Lakjuni.

 

Hóast ellivu stig eru upp til bjargingina, og bert sjey dystir eru eftir, so slær Dánjal á Lakjuni fast, at teir í ÍF trúgva uppá tað.

 

Í samrøðuni greiðir Dánjal á Lakjuni eisini frá vakra langskotinum hann stóð fyri, tá ÍF javnaði til 1-1.