Fuglafjørður fær heimapartar

Grindin í Syðrugøtu í kvøld verður býtt millum tey, sum róku og luttóku í drápinum, og síðan fer restin til heimapartar í Fuglafjarðar kommunu.

Karl Johansen, sýslumaður, sigur, at teir umleið 50 hvalirnir, sum í kvøld løgdu beinini í Syðrugøtu, eru fluttir heim á bryggjuna í Norðragøtu, har teir í hesi løtu verða merktir. Hann sigur, at grindin var umleið 50 hval.

 

- Avgjørt er, at grindin verður býtt millum tey, sum vóru við í rakstrinum og luttóku í drápinum í Syðrugøtu, og síðan fer restin til heimapartar í Fuglafjarðar kommunu, hagar tann grindin verður koyrd í nátt.

 

Sýslumaðurin veit at siga, at seðlarnir koma út klokkan 07 í morgin. Drápið í Syðrugøtu í kvøld gekk væl, og tað var bert ein løta frá tí, at fyrsti hvalurin var skorin á háls, til øll grindin hevði lagt beinini.