Friðarlig nátt hjá løgregluni

Tók full fólk upp og kannaðu duravørðar

 

Hóast fitt av fólki var í býnum í Havn í nátt, so hevur náttin ikki verið av teimum strævnastu hjá løgregluni, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Nakað væl av fólki var í býnum, og løgreglan hevði tað vanliga arbeiði við fólki, sum vóru dottin, og at onkur svav á vegnum. Men eingin harðskapstilburður er fráboðaður í nátt.

Løgreglan hevur eisini kannað vertshús í sambandi við duravørðar. Tað er ikki krav, at vertshús skulu hava duravørðar, men hava tey duravørðar, so eru krøv um reina revsiváttan, fyrstuhjálparskeið og so víðari. 

Hesi viðurskifti vóru í lagi hjá teimum flestu, og har tey ikki vóru heilt í lagi, har var tað tí, at viðkomandi var í ferð við at taka neyðug skeið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.