Fiskasølan
Sambært Hákuni Steingrímsson er tað ikki ónøgd við arbeiði hjá fyrrverandi stjóranum á Føroya Fiskasølu, Hans Johannesi á Brúgv, sum er orsøkin til, at ein samd nevnd valdi at siga hann úr starvi.
- Hetta hevur einki við úrslitið hjá Fiskasøluni at gera, og hetta hevur heldur einki við ES-kanningina at gera, sigur hann.
Hákun Steingrímsson leggur dent á, at nevndin arbeiðir við eini sonevndari strategi, sum í løtuni er í stoypiskeiðini.
- Vit eru ikki lidnir at viðgera hesa strategiina enn, men vit halda, at tað skulu verða nýggj fólk, sum skulu føra tær ætlanir, nevndin hevur, út í lívið.
Hákun sigur, at uppsøgnin av Hans Johannesi hevur nakað við framtíðina og framtíðarætlanir at gera.
- Vit fara sjálvsagt ikki at útgreina hesar ætlanir nærri, fyrr enn tær eru komnar úr
aftur stoypiskeiðini, og óvist er, um vit nakrantíð fara at leggja tær út á okkara heimasíðu, sum Hákun tekur til.
Óvist, hvør
maðurin verður
Spurdur, um Árni Arge, sum fyribils er settur stjóri í Fiskasøluni, verður maðurin, sum skal føra nýggju ætlaninar hjá Fiskasøluni út í lívið, sigur Hákun, at tað er ov tíðliga at siga nakað um enn.
Neyvari spurdur, hví nevndin avgjørdi, at tað ikki skuldi vera Hans Johannes á Brúgv, sum fekk henda møguleika, tá ið nevndin annars ikki er ónøgd við arbeiði hjá honum, sigur Hákun:
- Vit halda, at tað er ein onnur ?typa? av fólki, vit hava brúk fyri, og hvør rætti persónurin er til júst hesa uppgávuna, vita vit ikki, fyrr enn endaliga ætlanin fyriliggur, sigur hann.
Tá ið Sosialurin greiddi Hákuni frá, at Hans Johannes ikki hevði væntað sær hesa uppsøgn, segði hann:
- Nú veit eg ikki, hvat Hans Johannes hevur hugsað, men eg vil ásanna, at hóast nevndin var samd, var tað ein keðilig uppgáva at skula siga hann úr starvi.