Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tað var nógv fólk í býnum í Havn í nátt.
Løgreglan var sjónlig í býnum og tosaði fólk til rættis, har illstøður vóru við at taka seg upp.
- Men, í tí eina førinum vóru fólk í hornatøkum, og her eru báðir persónarnir skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Talan var um eina hending, sum fór fram, eftir at skeinkistøðini í býnum høvdu latið aftur.
Tá nógv fólk eru í býnum, soleiðis sum tað var í nátt, fær løgreglan sjálvsagt ikki verið allastaðni í senn.
- Tí kann vera trupult at siga um møgulig onnur mál, sum vit ikki vita um, kunnu koma seinni, legði vaktleiðarin aftrat.