Formaður Lærarafelagsins: Vit hava fingið dygga álitisváttan

Á eykaaðalfundi um vikuskiftið varð broytingaruppskot hjá nevndini í Lærarafelagnum í sambandi við samlagstryggingina samtykt. Uppskotið hjá yngru lærarunum fall, men teir hava ikki ætlanir um at lata hetta fara afturvið borðinum

 

Samlagstryggingin

Stefan í Skorini


Við greiðum meiriluta varð samtykt, at ískoytiseftirlønin ikki skal avtakast.

Broytingaruppskotið hjá nevnd felagsins var, at teir limir, sum

eru yngri enn 35 ár, bara skulu gjalda helvtina av samlaða ingjaldinum um mánaðin.

Broytingin hevur við sær, at munurin millum samlaða inngjaldið hjá teimum yngru og teimum eldru minkar.

Yngru lærararnir skutu upp, at avtaka ískoytiseftirlønina heilt, men uppskotið fall.


Álitisváttan

Á aðalfundinum 17. juli í ár varð tað einmælt samtykt at dagføra og broyta samlagstryggingina, men síðan tað hava fleiri lærarar víst sína ónøgd við hesa skipan. Teir vilja eisini vera við, at kunningin ikki var nóg góð á hesum fundi.

Yngru lærararnir vístu á, at teir skulu gjalda nógv meira enn teir eldru, men fáa hóast tað eins útgjald, sum er 100.000 krónur, tá teir røkka til eftirlønaraldri.

Hesin mismunur førdi til, at undirskriftir vórðu savnaðar og kallað varð inn til eykaaðalfund, har yngru lærararnir mæltu til, at ískoytiseftirlønin varð avtikin. Hetta vann tó ikki frama.

- Vit føla, at vit í nevndini hava fingið eina dygga álitisváttan á eykaaðalfundinum. Hitt uppskotið fall við eitt brak, og vit eru komin styrkt burturúr hesum her, sigur Elsa Birgitta Petersen, formaður í Lærarafelagnum.

- Tað gleðir meg, at meirilutin av limunum í felagnum seta solidaritetin í hásæti í røttum fakfelagsanda, sigur Elsa Birgitta Petersen.

- Við broytingaruppskotinum vildu vit rætta hondina fram móti teimum yngru limunum, tí vit vilja gjarna hava, at teir vera verandi í samlagstryggingini og í felagnum. Vit royndu at finna eina semju, sigur Elsa Birgitta.

Elsa Birgitta Petersen sigur eisini, at eitt av málum felagsins er, at liviumstøðurnar skulu ikki versna munandi, hóast limir felagsins fara frá við eftirløn. Við hesi skipanini eru tey í felagnum komin nærri málinum, metir hon.


Fer ikki afturvið borðinum

Magnus Tausen var ein av teimum yngru lærarunum, sum hevur verið sera ónøgdur við verandi ískoytiseftirløn í samlagstryggingini. Hann vísti á eykaaðalfundinum á, at "ískoytiseftirlønin gongur í okkara føri ímóti øllum teimum grundsjónarmiðum, tryggingin byggir á".

Hann segði eisini í røðu sínari, at tað, sum yngru lærararnir gjalda inn, als ikki stendur mát við tað, teir fáa útaftur við 67 ára aldur. Meðan eldru lærararnir rættiliga gera kubbið.

Bólkurin hjá Magnusi er ikki nøgdur við broytingaruppskotið, hóast nevndin royndi at bøta um støðuna.

- Lutfallið millum eldri og yngri lærarar er framvegis skeivt. Vit hava enn limir, sum næstan einki hava goldið, men fáa hóast tað 100.000 krónur, tá teir gerast 67, meðan vit yngru skulu gjalda í fleiri ár og fáa somu upphædd, sigur Magnus.

Magnus er eitt sindur vónbrotin av, at ikki fleiri av teimum yngru lærarunum møttu upp til fundin. Hann sigur, at "hetta er ein stór last hjá okkum".

- Eg meti, at tað er kreppa í felagnum, tí tað er givið, at tað er ikki so gott, sum tað burdi verið. Tryggingarskipanin hevur býtt limirnar í tey yngri og tey eldru, sigur Magnus Tausen.

- Hetta gongur ikki aftur við borðinum. Aðalfundur verður aftur um hálvt ár, og eg ivist ikki í, at okkurt verður á skránni aftur tá, leggur Magnus afturat.

Elsa Birgitta Petersen sigur at enda, at allar avgerðir verða tiknar á aðalfundunum, og tí er tað alneyðugt, at limirnir møta upp á teimum fundunum, um teir vilja hava ávirkan.