Veiðihugur
Altíð hevur tað ligið i føroyinginum at fingið. Fingið nógv. Og lítið hevur gjøgnum tíðirnar veirð hugsað um, hvussu tilstandurin var, tá tað, drigið varð úr sjónum, varð lagt upp á land.
Ikki eru so øgiliga nógv ár síðan, at men stóðu á bryggjunum og flaktu kavrotnar brosmurúgvur, sum lagdar vórðu í salt og seldar sum mannaføði. Hóast veruleikin var, at tað illa varð brúkandi at geva kettuni.
Men her er tíbetur vend komin í, og menn eru farnir at hugsa um góðsku og at fáa sum mest fyri tað, fiskað verður.
Væl kann tað vera, at prísskipanin, sum fyrr var, gjørdi støðuna, og at uppboðssølurnar hava broytt hugburðin rætta vegin. Og so er tað jú í lagi.
Men mangan man hava verið bannað yvir hesi fólkini, sum av og á komu framvið og vístu á ymiskt, sum ikki var, sum fyriskrivað var. Sumt skuldi vaskast, og sumt skuldi flytast.
Og hjálpt hevur tað, eins og tey mótmælini, komin eru móti gridnadrápinum, hava.
Men framvegis vilja vit hava nógv, tá vit veiða. At vit so samstundis fara so væl við tí, at eisini fæst nógv fyri tað í prísi, er bara at fegnast um.