Fólk sum eru í kreppu mugu fáa hjálp á staðnum

Vágs býráð hevur nú tikið stig til at hjá børnum og ungum, sum hava trupulleikar

Levi Mørk, fremst, og Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági

Vágs kommuna fer nú at bjóða teimum, sum koma illa fyri, bráfeingist sálarfrøðisliga hjálp. Tað er ein partur av fíggjarætlanini fyri næsta ár, sum býráðið hevur samtykt. Levi Mørk, formaður í Ungdómsnevndini hjá býráðnum, sigur, at 150.000 krónur eru settar av til endamálið.

 

– Í Suðuroynni er eingin sálarfrøðingur í fultíðarstarvi á kommunala økinum og tí noyðar børn og ung, sum fáa sálarligar trupulleikar, til Havnar at fáa sær hjálp. Ein skipan er eisini, serliga á barnaverndarøkinum, at sálarfrøðingar aðrastaðni, ferðast til Suðuroyar.

 

Men tá ið tað er brúk fyri bráðneyðugari hjálp er eingin hjálp at fáa og tí mugu vit hava hjálp á staðnum, sigur Levi Mørk.

 

Hann sigurm at tað er stórur trupulleiki í skúlanum og á barna- og ungdómsøkinum, tí tað eru nógv børn og ung, sum detta niður ímillum ábyrgdarøkið hjá Landinum og kommunum. – Ætlanini við hesi skipanini er at veita bráðneyðuga sálarfrøðisliga hjálp, har tørvurin er størstur, sigur Levi Mørk. Hann sigur, at hendan skipanin er serliga ætlað børnum og ungum í Vági.

 

Men hann sigur, at hetta er kanska eisini ein skipan starvsfólk hjá Vágs kommunu kunnu fáa gagn av.

 

Hettar er annars eitt mál sum eisini undanfarna býráð hevði ætlanir um at seta í verk, men nú er komið á mál, sigur Levi Mørk. Hann sigur, at í næstum verður nágreinligari farið til verka at leggja skipanina til rættis.

 

Levi Mørk, fremst, og Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági