Fyrrakvøldið lat litavska vinnuhúsið á fjórða sinni heiðursløn til flakavirikið Plungis Saltis, sum fyritøkan Manage Ltd. eigur. Stjórin á Manage Ltd. er argjamaðurin, Jóannes M. Hansen, ið hevur starvast í baltisku londum seinastu 20 árini.
-Tað er ein stórur heiður at gerast fremsta litavska fyritøkan enn einaferð, sigur ein fegin stjóri, sum í løtuni er staddur í Føroyum.
Undir kreppuárunum í Føroyum, leitaði argjamaðurin sær útum landoddarnar at finna sær starv, og endaði hann innan fiskivinnuídnaðin í Danmark. Í 1994 gekk leiðin so til Estlands og hevur hann síðani virkað í baltisku londunum.
Flakavirkið varð stovnað í 2005, og í 2006 keypti Jóannes M. Hansen virkið saman við einum litava og einum norðmanni. Eftir nøkur ár, valdi Jóannes at keypa allan partin í 2009, sum eisini gjørdist fyrsta árið, at fyritøkan varð heiðrað sum tann fremsta í støddarlutfallinum 50-250 starvsfólk.
- Í baltisku londunum er tað ein russiskur leiðslustílur, sum setir dám á hvussu virkini verða rikin - altso, er bert ein leiðari, sum situr við allari ábyrgdini. Í okkara virki, havi eg lagt dent á at umskipa hetta til ein meira skandinaviskan leiðslustíl, har ábyrgdin verður útdelegera, og tað hevur roynst sera væl, sigur hann.
Síðani Jóannes tók yvir virkið, sum keypir frystan feskvatnsfisk og telur 250 starvsfólk, hevur hon verið heiðrað sum ársins virki í Litava í 2009, 2010, 2011 og nú aftur í 2014.